Hava mangan givið Fraklandi skarpan gang

(EM 2016 - Kykmynd) Íslendingar hava ongantíð vunnið á Fraklandi, men hava havt góðar javnleikir og teprar ósigrar ímóti fraklendingum

Íslendingar hava spælt 11 A-landsdystir ímóti Fraklandi higartil. Talan hevur verið um átta EM-undankappingardystir, tveir HM-undankappingardystir, og ein venjingardyst.

 

Í hesum 11 dystunum hevur verið talan um tríggjar javnleikir og átta tap. Burtursæð frá tveimum teimum fyrstu dystunum landanna millum, so hevur verið talan um góðar javnleikir ella teprar ósígrar hjá íslendingum ímóti Fraklandi.

 

Frakland vann tveir stórsigrar á Íslandi til HM-undankappingina í 1958. Í báðum undankappingardystunum hevði Ísland lítlan møguleika ímóti Fraklandi, sum vann bronsu í HM-endaspælinum í Svøríki í 1958. Fraklendingar vunnu heimadystin 8-0, og teir vunnu 5-1 á gamla Melarvøllinum í Reykjavík. Báðir hesir dystirnir vóru spældir í 1957.

 

Liðini møttust aftur í EM-undankappingini í 1975. Heima á Laugardalsvøllinum megnaði Ísland javnleik 0-0, og útidysturin endaði við einum 3-0 sigri til Frakland. Liðini vóru aftur í bólki saman í undankappingini til EM-endaspælið í 1988. Á heimavølli megnaðu íslendingar aftur javnleik 0-0, og Frakland vann 2-0 á heimavølli.

 

Longu í næstu EM-undankappingini til EM-endaspælið í 1992 vóru liðini aftur í bólki saman. Dysturin á Laugardalsvøllinum í Reykjavík endaði við teprum 2-1 sigri til Frakland, og heima í Fraklandi vunnu fraklendingar 3-1, og Ísland fekk skorað sítt fyrsta mál ímóti Fraklandi á útivølli.

 

Seinast liðini vóru í bólki saman var í EM-undankappingini til EM-endaspælið í 2000. Heima á Laugardalsvøllinum megnaðu íslendingar javnleik 1-1 ímóti fronsku heimsmeistarunum. Dysturin var spældur smáar tveir mánaðir aftaná Frakland hevði vunnið 3-0 á Brasil í HM-finaluni á Stade de France leikvøllinum í París. Árið eftir, 9. oktober í 1999 góvu íslendingar fraklendingum ein skarpan gang á Stade de France leikvøllinum, men fraklendingar vunnu at enda ein tepran 3-2 sigur, og árið eftir vunnu teir EM-gull.

 

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini frá tí seinasta landsdystinum, sum var leiktur millum Frakland og Ísland. Talan var um venjingardyst, sum var leiktur á Stade de France leikvøllinum tann 27. mai í 2012. Ísland kom á odda 2-0 við málum frá Birkiri Bjarnasyni og Kolbeinn Sigtórssyni. Í seinna hálvleiki vendi Frakland dystinum, og við málum frá Mathieu Debuchy, Franck Ribery og Adil Rami eydnaðist tað Fraklandi at knógva heim ein 3-2 sigur.

 

Íslendingar hava sostatt sín fyrsta sigur til góðar ímóti fraklendingum, og kemur sigurin til høldar í kvøld verður tað millum størstu sensasjónir nakrantíð. Dysturin millum Frakland og Ísland, sum er seinasta EM-fjórðingsfinalan byrjar klokkan 20 í kvøld. Til ber at síggja dystin á KVF. DR 1. RÚV og NRK 1.