Hava nógv gott at bjóða oljufeløgunum

Oljumessa. Hóast seinasta boringin á landgrunninum ikki gjørdist tað oljufundið, sum mong høvdu vónað, so heldur stjórin á Jarðfeingi kortini, at Føroyar hava nakað gott at bjóða fram á altjóða oljumessu í London í næstum.

Petur Joensen er maðurin, sum skal tryggja, at altjóða oljufeløg vilja brúka hundraðtals milliónir krónur til leiting á føroyska landgrunninum. Hann hevur eina bæði torføra og krevjandi uppgávu, og hon er at sannføra altjóða oljufeløg um møguleikarnar at finna kolvetni í føroysku undirgrundini. Vit spurdu hann, um fyribils úrslitið av Anne Marie boringini er ein nóg góð vøra at hava við sær í skjáttuni at marknaðarføra landgrunnin á oljumessu í London.

-Jú, tað haldi eg tað er. Vit hava fingið nøkur positiv úrslit, og tað skal undra meg, um ikki eisini oljufeløgini, sum hava eyguni eftir føroyska økinum, ikki eisini halda tað.

Lættari at marknaðarføra
Petur Joensen vísir á, at tað í dag er munandi lættari at marknaðarføra landgrunnin. -Fyrr hevur tað verið so, at fyri at kunna lata eitt loyvi varð neyðugt at hava eitt útbjóðingarumfar, og áðrenn tað skuldi lógin í løgtingið, so tað er eitt stórt apparat at seta í gongd. Fyri at fáa eitt sindur meira fleksibilitet í so máta, so hevur løgtingið broytt lógina soleiðis, at feløgini til eina og hvørja tíð kunnu koma og søkja um eitt ávíst øki. Hetta ger, at tað gevur eitt sindur meira meining at fara til eina stevnu sum hesa, har vit fara at siga oljufeløgunum, hvussu áhugavert tað føroyska økið er. Um tey eru samd í hesum, so kunnu tey koma dagin eftir, um tað skal vera og søkja um eitt øki. Tey nýtast sostatt ikki at bíða til útbjóðingarumfar verður aftur um nøkur ár ella so.

Vit spurdu Petur Joensen um økini, sum ætlanin er at marknaðarføra í London, eru nøkur av teimum mest áhugaverdu á landgrunninum? Til tað sigur hann, at tey mest áhugaverdu møguliga longu eru farin, men tað fer so tíðin at vísa. Hetta eru í hvussu er øki, sum hava eitt potentiali, og tí halda teir, at tey eru verd at bjóða út.

-Tað eru tey, sum halda, at tað er uppá tíðina, at tað verða gjørd verulig fund á føroyskum øki, men metir tú, at vit framvegis hava góða tíð til tess?

-Tað er framvegis nógv, sum er vert at fara eftir í undirgrundini, hóast sjey brunnar eru boraðir. Økið er stórt, og tað er okkara sannføring, at møguleikarnir fyri at gera verulig fund eru til steðar.

Gott tekin
Petur Joensen heldur tað vera ein góð ábending, at feløgini í Anne Marie samtakinum nú fara at brúka ta tíð, sum er neyðug fyri at kanna alt tilfarið betur. -Um einki var at fara eftir, so høvdu tey helst bara gjørt ta frágreiðing, sum øll feløg eftir eina boring skulu gera og sum tekur nakrar fáar mánaðír. Nú vilja feløgini brúka tíð og orku uppá at analysera tilfarið. Tað má vera tí, at tey síggja onkrar møguleikar her.

-Kunnu vit ímynda okkum, at hesi felgini eftir at hava analyserað tilfarið, fara at koma aftur til Jarðfeingi við eini umsókn um at bora enn ein brunn í loyvinum?

-Ja, soleingi tey ikki eru liðug at greina úrslitið, so eru møguleikarnir nógvir. Tað vil tíðin so vísa, men útgangaspunktið er áhugavert.

-Statoil skal bora tveir brunnar aftrat á landgrunninum. Kunnu upplýsingarnar frá Anne Marie brunninum vera við til at stuðla uppundir tær boringarnar, nú tað skilst, at avtala er gjørd millum Statoil og ENI um at lata hvørjum øðrum upplýsingar frá teimum seinastu boringunum.

-Tað er ov tíðliga at siga nakað um tað enn. Hetta kann Statoil helst siga nakað um.

Virkin kolvetnisskipan
-Tá vit hyggja eftir kortinum yvir Atlantsmótið, so síggja vit, at fleiri fund eru gjørd beint hinumegin markið. Vildi tað ikki verið løgið, um einki varð funnið hesumegin?

-Júst so. Vit hava enn einaferð fingið staðfest, at kolvetnisskipanin her er sera virkin, so tað skal undra meg, at fund ikki eisini verða gjørd her. Men mest umráðandi er at fáa feløgini at bora so nógv sum møguligt og so djúpt sum møguligt kanska. Vit hava so tveir brunnar á skránni, men tað er eisini virksemið hinumegin markið, sum hevur týdning fyri okkum. Tað kann eisini fáa sína ávirkan á gongdina her.

-Fara vit kanska at síggja Statoil bora djúpri enn hini feløgini?

-Tað er ikki vist. Dýpdin nýtist ikki at vera nøkur avgerandi fortreyt fyri at finna oljuna.

-Um Statoil ikki hevði boðið sær at bora hesar brunnarnar, so var eingin nýggjur brunnur á skránni. Kunnu vit ikki siga, at vit bara hava tvey skot eftir í byrsuni?

-Nei tað kunnu vit ikki. Tíðin má vísa, hvussu nógv skot fara at vera. Tað er ov tíðliga at siga nú, so vónandi fer okkurt gott at spyrjast burtur úr í London eisini. Og lat okkum so eisini síggja endaliga úrslitið av tí seinasta brunninum og teimum báðum, sum koma.