Vatnleiðing
Eftir drúgva viðgerð hevur Sumbiar Kommuna nú fingið loyvi at brúka av tí góða vatninum úr Sumbiartunlinum, sum annars hevur runnið á sjóvgv øll hesi árini, síðan tunnilin varð boraður.
Talan er í fyrstu syftu tó bert um eitt fyribilsloyvi, sigur Gunnar Holm Jacobsen, sum umsitir málið í Vinnumálaráðnum.
Sumbiar Kommuna hevur sambært lóg, ið gevur Vinnumálaráðnum heimild til tess, fingið loyvi at binda í frárenslið frá tunlinum til gagnnýtslu í Lopra.
Tað er annars langt síðan, sumbingar bóðu um at fáa vatnið til bygdina í Lopra. Men tað hevur drigið óneyðuga leingi út, verður sagt.
Vatnið hevur í longri tíð runnið burtur, tí ósemja hevur verið millum landsmyndugleikarnar og eigararnar í Lopranshaga um, hvør eigur ognarrættin til vatnið. Hesin tvídráttur er komin í, tí tlan hevur verið um at nýta vatnið í vinnuligum høpi.
Hagastýrið í Lopranshaga stevndi Vinnumálastýrinum, sum vann málið í Føroya Rætti. Men málið varð kært til Landsrættin, og er ikki liðugt haðani enn, sigur Gunanr Holm Jacobsen. Og tí er loyvi bara givið fyribils.
Í Lopra er fyri ikki so langari tíð síðan komið fiskavirki, sum brúkar rættiliga nógv vatn, og lítið er til frammanundan. Tað hevur so aftur gjørt turk í nógvum húsum í Lopra, og tað ber heldur ikki til.
Umframt er so tað, sigur Jacob Vestergaard, borgarstjóri í Sumbiar Kommunu, at vatnið, sum hevur verið, var ikki tað reinasta heldur, meðan tað í tunlinum er so óalmindiliga gott og reint.
Nú kunnu lopransfólk so fyribils gleðast um bæði nógv og gott vatn í krananum. Men enn er eingin endalig støða tikin til, um tey sleppa at brúka hetta vatnið eisini í framtíðini. Bíðað verður við at taka ta støðuna, til ein úrskurður er komin frá Landsrættinum.