Tað var nógvur lundi at síggja í mai, men hann hvarv. Í samrøðu við Sandportalin sigur dímunarbóndin, at teir nærum ongan lunda hava fingið í summar, og at hann ongantíð hevur upplivað slíkt áður. Í mai sást væl av fugli, men so hvarv hann brádliga, sigur Óla Jákup Dímun.
- Tá ið vit tosaðu við mykinesmannin Jákup í Løðu í morgun, segði hann, at soleiðis var eisini í Mykinesi, hann segði, at í ár var tað ringasta hann visti um við lundanum.