Fjóðra mánaðin á rað er afturgongd í søluni av nýggjum persónbilum í Føroyum. Tað vísir uppgerð hjá Akstovuni, sum hevur gjørt upp søluna av akførum ársins fyrstu fýra mánaðir.
Sølan í apríl mánaði var 222 nýggir persónbilar í mun til 267 í mars í fjør. Tað er ein afturgongd upp á 45 bilar. Sølan higartil í ár hevur verið 432 persónbilar í mun til 510 sama tíðarskeið í fjør. Tað er ein afturgongd upp á 78 bilar ella 15 prosent.
##med2##












