Hava sett Eiði á Føroyakortið

Tað er stívliga eitt ár síðan, at hjúnini, Hertha og Martin Kúrberg, undirskrivaðu sáttmála við Eiðis kommunu um at standa fyri og reka kampingøkið niðri á Mølini á Eiði.

Tað er stívliga eitt ár síðan, at hjúnini, Hertha og Martin Kúrberg, undirskrivaðu sáttmála við Eiðis kommunu um at standa fyri og reka kampingøkið niðri á Mølini á Eiði. Upp í økið hoyrir eisini gamla ítróttarhúsið.

 

Longu eftir einum ári hevur tað eydnast Herthu og Martini Kúrberg at seta kampingøkið á Mølini á Føroyakortið.

 

- Í byrjanini høvdu vit bert streym til 12 kampingvognar, men nú hava vit streym til 60. Tá sølustreffið var í juni mánaði í fjør, høvdu vit 68 vognar inni á økinum, og tá høvdu vit eisini eitt aggregat.

 

Hóast skipaða kampingøkið á Mølini á Eiði er lutfalsliga nýtt, høvdu Hertha og Martin Kúrberg longu í fjør nógv vitjandi, bæði í kampingvogni og tjaldi.

 

Á páskum í ár høvdu tey eisini eitt stórt tiltak við umleið 40 vognum, har skipað varð fyri hugnakvøldum við eitt nú Signari í Homrum og Teimum 5 úr Sundalagnum.

 

- Terji og Jóhanna Jacobsen settu eisini sín dám á tiltakið við harmoniku og mandolin, og her var eisini felagssangur, siga hjúnini.

 

Umstøðurnar á kampingøkinum og í ítróttarhúsinum á Mølini eru fram úr góðar, og her eru allir hugsandi fasilitetir til tey vitjandi.

 

- Á loftinum er stórt felagshøli við einum minni køki, og í stóra køkinum niðri undir eru tveir komfýrar við bakarovnum, vaskimaskinu, turkitrumlu og góðum ókeypis internet.

 

Í ítróttarhúsinum fæst eisini kaffi, kakao og aðrar drykkjuvørur til keyps í sjálvirkandi automat.

 

Hertha og Martin vísa á, at í ítróttarhúsinum eru fríar brúsur til ávikavist kvinnur og menn, og her er familjurúm við putliborði.

 

- Sum partur av familjurúminum er eisini wc og brúsa, har maður kann fara inn, lata hurðina aftur og raka sær. Nú hava vit eisini fingið nýggja innkoyring inn á kampingøkið, og vit hava fingið nýggja og meira hóskandi tøming av wc-tangum, har tú stendur inni og tømir, siga Hertha og Martin Kúrberg.