Hava sett prest í Hvalba

Og prestastarvið á Tvøroyri verður sett um eina viku.

 

Lýst hevur verið eftir tveimum prestum í Suðuroyar norðara prestagjaldið, annað við sæti í Hvalba, hitt við sæti á Tvøroyri.

 

Nú er greitt, at Hanus Pál Jógvansson verður prestur í Hvalba. Men prestaembætið á Tvøroyri verður ikki sett fyrr enn í næstu viku, sigur Jógvan Fríðriksson, biskupur.

 

Hanus Pál Jógvansson hevur seinastu tíðina røkt prestastarvið í Hvalba.

Í prestagjaldinum eru fýra kirkjusóknir: Tvøroyri, Fámjin, Hvalba, Sandvík. Harafturat kemur Bønhúsið í Øravík.

 

Hvalbiarprestur býr í prestagarðinum í Leirum í Hvalba, sum hann hevur skyldu at búgva í.

 

Í starvslýsingini stóð, at sóknarprestarnir samvirka í einum toymi saman við hinum prestinum í oynni, og at ein reglugerð skipar samstarvið. Í lýsingini stóð eisini, at høvuðsuppgávur prestsins eru:

• at boða Guðs orð, halda gudstænastur og forvalta sakramentini.

• útinna tær kirkjuligu tænasturnar og lesa við konfirmantunum.

• hava sálarrøkt við sóknarbørnunum.

• taka virknan lut í arbeiðinum hjá kirkjuráðunum.

• umsita kirkjubøkurnar og tað skrivliga arbeiðið, ið hoyrir bókunum til.

Afturat kirkjunum eru onnur tænastustøð t.d. gudstænasta ella andakt á sjúkrahúsinum, ellis- og røktarheimum, stovnum og býlum. Hesi støð eru í samráð við avvarðandi myndugleikar ein natúrligur partur av yrki prestsins.

– Vit ynskja ein prest, sum er sjónligur millum fólkið í kirkjusóknunum, gevur áhugamálum fólksins gætur og tekur lut í arbeiðinum millum børn, ung og eldri, stóð eisini í lýsingini.

Sóknarpresturin á Tvøroyri hevur ábyrgd av kirkjubókunum og er jarðarferðarmyndugleiki í prestagjaldinum.

Sóknarpresturin við sæti í Hvalba førir kopibøkurnar.