Hava slept endurgjaldsskravinum ímóti Landsstýrinum

Landsstýrið fær onki endurgjaldskrav frá Havsbrún eftir at fiskiskapurin eftir ídnaðarfiski varð bannaður undir Føroyum

Tá ið ídnaðarfiskiskapurin varð bannaður undir Føroyum, hótti Havsbrún við at leggja sak ímóti landsstýrinum við kravi um endurgjald fyri mista inntøku av tí rávørunøgdin til virkið kom at minka so nógv

Talan var um millóna upphædd, sum ætlanin var at krevja í endurgjaldi fyri hvørt ár, ongin fiskiskapur eftir ídnaðarfiski var undir Føroyum.

Ídnaðarskipini hildu uppat at fiska undir Føroyum í 1995 eftir áheitan og árið eftir, í 1996, vórðu loyvini tikin.

Tað fekk leiðsluna á Havsbrún at geva ilt av sær, tí táið ídnaðarfiskiskapurin undir Føroyum helt uppat, gluppu túsundtals tons av rávøru teimum av hondum, og harvið milliónir av krónum í inntøku.

Men nú hevur leiðslan á Havsbrún skift støðu. ­ Vit hava gjørt av at sleppa sakarmálinum, sigur Bergur Poulsen, stjóri á Havsbrún

Hann sigur, at tað er eftir ráðum frá løgfrøðingum, at teir hava slept ætlanini at leggja sak

­ Fyri at leggja sak, skalt tú hava ein rímiligan møguleika at vinna.

­ Og tað halda vit ikki, at vit hava.

Bergur Poulsen sigur, at Havsbrún hevði einki loyvi, sum varð tikið, og tí hevur virkið heldur onki mist sum so.

Av tí sama eru lítil og ongi útlit til at vinna eitt slíkt sakarmál.

Hann heldur, at hetta er eitt dømi um, hvussu ótrúliga veik, vinnan á landi stendur mótvegis politiskum broytingum.

­ Tú hóast alt hava vit mist eini 30.000 tons av rávøru, sum høvdu eitt virði uppá einar 60 milliónir, táið tey vóru virkað til fóður.

­ Hinvegin kunnu ídnaðarskipini heldur ikki krevja endurgjald, tí tey hava longu fingð endurgjald við tað, at tey fingu upphøggingarstuðul.