Hava stolið olju úr einum báti á Strondum

Tað er ein afturvendandi trupulleiki at olja verður stolin

Í gjár ringdi ein bátseigari á Strondum til løgregluna og boðaði frá, at onkur hevur stolið 400 litrar av dieselolju úr bátinum hjá honum.

Tað er rættiliga óvist, nær stuldurin er farin fram, men tað er onkuntíð í tíðarskeiðinum frá 16. til 23 februar, at oljan er stolin.

Løgreglan sigur, at tá ið so stórar nøgdir eru stolnar, líkist tað skipaðum stuldri, tí 400 litrar a olju eru ikki so at baksast við.

Tey siga, at tað er als ikki óvanligt, at olja verður stolin.

– Nú í nøkur ár hava vit fingið nógvar fráboðanir um, at olja er stolin, bæði úr bátum og úr tangum hjá fólki heima við hús.

Tey siga, at hetta eru mál, sum tað eru ring at arbeiða við, tí mangan verða tey ikki uppdagað fyrrenn langa tíð aftan á, og enn er ongin skuldsettur í hesum málunum.