Ættargransking
Tíðindaskriv
Hóskvøldið í síðstu viku varð nýtt ættargranskingarfelag sett á stovn.
Felagið hevur fingið altjóða navnið Genealogi.fo, men ætlanin er eisini at finna eitt gott føroyskt navn til felagið.
Endamál felagsins er at skapa eitt forum fyri telduviðgerð í ættargransking við tiltøkum sum at skipa fyri fyrilestrum, fundum og øðrum upplýsandi tiltøkum, at virka fyri at ættargranskingarkeldur verða teldutøkar, at samarbeiða við aðrar ættargranskingarfelagsskapir heima og úti, at kunna um kunningartøkni innan ættargransking og at hava altjóða samstarv við aðrar felagsskapir við sama endamáli.
Eitt tað fyrsta felagið fer at gera, er at stovna eina heimasíðu fyri ættargranskingar. Hendan heimasíðan fer at hava heitið: www.genealogi.fo. Á hesari heimasíðuni verður ymiskt alment tilfar um ættargransking og telduforrit til slíkt. Eisini verður á heimasíðuni møguleiki at leita fram ymiskar upplýsingar, ið ættargranskarar leggja á síðuna. Hesin parturin av heimasíðuni verður ikki almennur, men limirnir fáa eitt loyniorð, ið skal nýtast fyri at koma inn til hesar upplýsingarnar.
Eisini fer felagið at gera kirkjubøkur, fólkateljingar o.t. teldutøkt. Ætlanin er at gera hendan partin í samstarvi við líknandi feløg í grannalondunum, sum hava gjørt serlig telduforrit til slíkar ættargranskingarkeldur.
Á stovnandi fundinum varð nevnd vald, og hon hevur skipað seg soleiðis: Göran Wennerström ([email protected]), formaður, Hans Suni Jensen ([email protected]), næstformaður, Randi Á. Jakobsen ([email protected]), skrivari, Sofus Johannesen ([email protected]), kassameistari og Steinbjørn í Dali ([email protected]), internet-ábyrgdari. Eykalimir eru Poul Jákup Thomsen og Peter Kehlet.
Limagjaldið er 100 kr. um árið, og áhugaði kunnu gerast limir við at venda sær til ein av nevndarlimunum.