Andorra kom á fyrsta sinni við til eina undankapping til EM 2000 undankappingina. Dysturin í morgin verður dystur nummar 50. á útivølli í altjóða kapping hjá Andorra.
Bert einaferð hava teir megnað at fáa stig, tað var tann 9.februar 2005 í Makedonia, sum teir annars vunnu á heima. Andorra hevur bara tveir 1-0 heimasigrar í søguni, annar av teimum var ímóti Ungarn fyrr í ár.
Um tað eydnast lítla fjallalýðveldinum at vinna á Føroyum á Tórsvølli í morgin, so verður tað fyrstu ferð, at Andorra vinnur ein undankappingardyst á útivølli. Føroyar og Andorra hava spælt tvær ferðir áður. Báðir dystirnir eru endaðir 0-0. Fyrru ferð var á uttanveltaðum vølli í Spania 3. februar í 1999, og seinnu ferð var í HM-undankappingardystinum, tá liðini møttust í Andorra La Vella í vár.
Rás2 sigur frá HM-undankappingardystinum millum Føroyar og Andorra á Tórsvølli, sum byrjar klokkan 17 sunnudagin. Sendingin byrjar klokkan 14.
Oftast fer Andorra av vøllinum í einum útidysti við einum stórtapi. Andorra hevur tapt 33 út av sínum 49 útidystum við trimum ella fleiri málum.
Yvirlitið yvir teir 16 útidystirnar sum Andorra ikki hevur tapt stórt sær soleiðis út:
1998. Armenia 1-3
1998. Frakland 0-2
2000. Estland 0-1
2002. Bulgaria 1-2
2003. Kroatia 0-2
2003. Estland 0-2
2005. Makedonia 0-0 (!)
2005. Armenia 1-2
2005. Rumenia 0-2
2007. Estland 1-2
2010. Írland 1-3
2011. Slovakia 0-1
2011. Makedonia 0-1
2013. Estland 0-2
2013. Ungarn 0-2
2015. Wales 0-2
Størstu tapini hjá Andorrra eru annars sum hjá Føroyum, við sjey málum:
2005: Kekkia 1-8
2006: Kroatia 0-7