Hava tryggjað sær arbeiði í 10 ár

Thor í Hósvík byggir fýra skip í Turkalandi og nógv bendir á, at teir fara at byggja fýra afturat

Reiðaríið Thor í Hósvík, sum frammanundan hevur tvey skip í gerð á eini skipasmiðju í Besiktast í Turkalandi, fær nú tvey skip aftrat smíðað á sama stað.

 

Sostatt hevur Thor heili fýra skip í gerð, harav tað fyrsta verður handað eigarunum í juli, og hini trý verða so handað við tríggjar mánaða millumbili.

 

Gunnbjørn Joensen, stjóri í Thor, sigur, at skipini hava 10 ára sáttmálar.

 

Annars hevur Thor framíhjá rætt til fýra skip afturat á sama skipasmiðju.

 

Ger Thor brúk av sínum framíhjárætti til tey fýra skipini aftrat, skulu tey handast reiðarínum í 2015 og 2016.

 

Tað er góður møguleiki fyri tí, sigur Gunnbjørn Joensen.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr hann greiða frá, hvat hetta eru fyri skip.