Hava verið best í endaspælinum

- Trý mál er einki í hondbólti, og menn geva seg 100 % síðstu løtuna, og hetta gevur úrslit í dag, segði mansvardi profilurin hjá Kyndli eftir FM-dystin í Vestmanna

Høgni Klein hevur verið ein av mest eyðsýndu leikarunum hjá Kyndli í endaspælinum, og VÍF valdi eisini at mansverja hann allan dystin í Vestmanna leygardagin. Vit fingu orðið á hann eftir dystin.
- Hetta var ein ordiligur Vestmana og Kyndil dystur. Bæði liðini geva seg fult út, og tað var tætt allan vegin.
Móti endanum var Kyndil aftanfyri við trimum málum, men so raknaði Kyndil brádliga við. Vit spurdu Høgna, hvat tað var sum gjørdi, at Kyndil kom aftur í aftur.
- Tað er bara viljin. Tá man hevur viljan, so kann man mest sum alt. Trý mál er einki í hondbólti, og menn geva seg 100 % síðstu løtuna, og hetta gevur úrslit í dag.

Uppiborið FM
At enda spurdu vit spælstýraran, hvat hevur verið munurin frá grundspælinum til endaspælið.
- Vit byrjaðu seint í ár, bæði hvat viðvíkur at seta venjara og við sjálvari venjingini. Vit koma heldur ikki ordiliga í form fyrrenn í januar, og tá eru vit helst besta liðið í landinum.
- Um vit hyggja eftir endaspælinum, so vil eg siga, at meistaraheitið er uppborið, tí her hava vit verið tað besta liðið, segði ein stórsmílandi Høgni Klein eftir dystin.