Havfrúgvin vann fyrsta róðurin

Vestmennadreingir vunnu fyrsta kappróðurin á norðoyastevnu

Onkuntíð hevur tað verið meiri lív í kappróðrinum á mannfólkasíðuni í Vestmanna, enn tað   hevur verið tey síðstu árini. At tað ikki er øskukalt, og at tað er vón fyri framtíðini sást í fyrsta róðrinum á norðoyastevnu, sum í dag er í Klaksvík.

Dreingirnir umborð á Havfrúnni vunnu tryggan sigur í barnaróðrinum. Vestmennadreingir vunnu fyrsta kappróðurin á norðoyastevnu. Teir vóru eina stóra bátslongd undan Teklu úr Klaksvík. Fjarstøðan frá Teklu og aftur til bronsuvinnaran var eisini ein bátslongd ella so.

Jallurin hjá Róðrarfelagnum Knørri vann bronsu í tættari kapping við Ørnina úr Sandavági, meðan Ternan hjá Kappróðrarfelagnum NSÍ var væl aftari.

1Havfrúgvin02:35.00  
2Tekla02:38.16  
3Jallurin02:41.11  
4Ørnin02:44.23  
5Ternan02:59.

 

1Havfrúgvin7  
2Tekla6  
3Jallurin5  
4Ørnin4  
5Ternan3

 

mynd: VÍF kappróður