Havið dirvi at spyrja

Tað tykist, sum starvsfólk í tí almenna eru bangin fyri at spyrja eina bukaða kvinnu, um hon hevur verið fyri harðskapi, tí tey vita ikki, hvat tey skulu gera, um kvinnan svarar ja. Hetta var ein av boðskapunum hjá svenska granskaranum Katarina Weinehall á ráðstevnuni um harðskap móti kvinnum.


Katarina Weinehall, er granskari við Umeå universitet í Svøríki, og hon var ein av fyrilestrarhaldarunum á ráðstevnuni um harðskap móti kvinnum, ið var um vikuskiftið.
Hon tosaði um kostnaðin av, at ein kvinna er harðskapsrakt, bæði heilsuliga kostnaðin og kostnaðin í krónum og oyrum. Katarina Weinehall hevur gjørt sínar kanningar í Svøríki, men hon sigur, at sum við so nógvum øðrum evnum, líkist harðskapurin ímóti kvinnum í flestu londum í Evropa og harðskapurin verður eisini viðgjørdur á sama hátt í hesum londum.
- Tað at vera útnyttað og at vera fyri harðskapi hevur avleiðingar fyri allar kvinnur, sigur Katarina Weinehall.
- Tað kostar henni nógv, bæði tá hugsað verður um hennara heilsu og trivnaðin.
Tá ein kvinna er fyri harðskapi, setur tað mørk fyri hvat hon ger, hon broytist og blívur sálarliga sjúk. Hon trýr bara uppá tað negativa og følir sjálv skuld og ábyrgd av síni støðu. Hon verður drenað fyri orku og verður avbyrgd frá umheiminum og missir samband við familju og vinir. Hon hvílir aldri, kroppurin er spentur, hon svevur illa og tað kann lættliga føra til magasár.
Um harðskapurin varðar við, verður kvinnan kroniskt sjúk. Nógvar fáa depressiónir og sjálvmorðstankar. Fylgjan fyri nógvar kvinnur er post-traumatiskt stessyndrom. Men hesin parturin av kostnaðinum, ið hevur við likamligu og sálarligu heilsuna hjá kvinnuni at gera, er sera ringur at máta.
 
Peningaligar avleiðingar
Tann partur av harðskapinum, ið hevur ein stóran fíggjarligan kostnað fyri samfelagið, er lættari at máta.
Katarina Weinehall hevur í sínum kanningum roknað út, hvat tað kostar tí svenska samfelagnum, tá ein kvinna er fyri harðskapi. Roknað við eru prísurin fyri at vera kannað hjá læknanum, fyri sjúkrasystrar, fyri sálarfrøðingar, sosialráðgevarar og øll hini starvsfólk, ið hava við eina harðskapsrakta kvinnu at gera. Kostnaðurin er sera høgur fyri samfelagið. Hvør maður ið fremur harðskap kostar svenska samfelagnum 2,5 milliónir svenskar krónur.
- Kostnaðurin verður nógv hægri enn neyðugt, tí myndugleikarnir ikki gera nakað fyri at fáa hann niður, sigur Katarina Weinehall.
- Orsøkin til at kostnaðurin fer so nógv upp, er at myndugleikarnir vita ov lítið um harðskap, og at samstarvið millum ymisku myndugleikarnar og ymisku partarnar av heilsuverkinum er ov vánaligt. Kvinnan verður send víðari úr einum stað í annað og fær tí ikki ta hjálp, hon hevur brúk fyri.
 
Set inn fyrri
Katarina Weinehall heldur, at kostnaðurin kann fáast niður, við at harðskapurin verður steðgaður fyrri. Eitt nú við at geva starvsfólkinum í tí almenna eina útbúgving viðvíkjandi harðskapi. So høvdu starvsfólki í heilsuverkinum, sosialu myndugleikunum og hjá løgregluni vita, hvat tey skulu gera, um tey hava illgruna um, at ein kvinna er fyri harðskapi.
- Fyrsta uppgávan hjá myndugleikunum er, at øll starvsfólk mugu hava dirvi til at spyrja kvinnuna »hevur tú verið fyri harðskapi? « Tað tykist, sum starvsfólkini eru bangin fyri at seta spurningin, tí tey vita ikki, hvat tey skulu gera, um kvinnan svarar ja. Men tey hava misskilt nakað, tí tey noyðast ikki at duga alt, tí kvinnan veit sjálv best, hvørja hjálp hon hevur brúk fyri. Greiðir Katarina Weinehall frá.
- Harafturat má samarbeiðið ímillum stovnarnar í tí almenna gerast betri, so teir vita, hvør hevur ábyrgdina av einum ávísum øki. Á tann hátt kunnu vit sleppa undan, at kvinnan verður send ímillum tey ymisku støðini, so hon kann vera viðgjørd á einum staði, sigur Katarina Weinehall.