Hann hevur verið ein rættiligur brandur á sjónum – heilt til tann dagin, hann breyt armin so illa umborð á norskum rækjubáti. Seinni róði hann út við snellu, tí armurin helt ikki til at bera stampar og fáast við línureiðskap. Í nógv ár átti hann skip, men tá hann í endanum av hesi tíðini læt nýtt skip byggja til tunfiskaveiði, misti hann alt, hann hevði bygt upp.
Maðurin er 67 ára gamli Sylvan Jakobsen, sum sleit sínar barnaskógvar á Syðradali á Kalsoynni, har 12 skiparar vóru í tilsamans 13 húsum. Mamman, Svanhilda, var úr Saltnesi, og pápin var bretskur hermaður av Hebridunum. Fosturpápin gjørdist Julius á Bakkanum, róptur, og Sylvan kom til Syðradals sum 4 ára gamal.
Eftir at Sylvan breyt armin umborð á norskum rækjubáti í 1999, gekk hann óarbeiðsførur í tvey ár. Hann endaði á Fredriksberg Hospitali. Armurin var brotin heilt uppi móti økslini. Eingin væntaði, at hetta fór at blíva gott aftur, og tað bleiv tað heldur ikki.
- Sonur mín hevði tá ein 28 fót stóran útróðrarbát, og eg byrjaði so smátt at fjasa aftur umborð á hesum báti í 2002. Men hetta var so bara við snellu, sigur Sylvan.
Síðan í fjør heyst hevur hann havt eitt brennandi ynski um at sleppa at royna sjólívið umborð á Atlantic Navigator.
- Ætlandi skuldi eg sleppa við longu í fjør heyst, men tá lá skipið rúma tíð vegna ósemju um sáttmálar. Tey flestu, sum høvdu verið umborð, fóru við aftur skipinum, tá tað loysti aftur.
Men í summar fekk Sylvan so ynski sítt uppfylt. Hetta vóru seinastu tveir túrarnir, áðrenn Atlantic Navigator fór av landinum.
- Eg var umborð í tveir mánaðir, og hetta var ein ógvuliga gevandi tíð. Øll vistu, at skipið ikki bleiv verandi leingi aftrat, og tí var stórur partur av manningini nýggj – og óroynd.
Sylvan heldur, at ungdómurin er fantastiskur.
- Vit vóru eini 100 fólk við, øll einastandandi fitt og røsk fólk. Øvut orð varð ikki talað á túrinum. Í byrjanini gekst ikki so væl at framleiða, tí fólk vóru óroynd. Men tey ungu vóru ótrúliga lærunom og ófatiliga kvik og ágrýtin. Longu eftir heilt fáum døgum varð neyðugt at steðga maskinunum, tí surimiverksmiðjan megnaði ikki at taka undan. Eg gjørdist rættiliga ovfarin av hesum fólkum.
Sylvan heldur tað vera stórt spell fyri ungdómin, sum hevur hug at søkja sjógvin, at Atlantic Navigator skuldi gevast.
Søgan um sjólívið hjá kenda sjógarpinum er long. Hon byrjar longu, tá hann er 14 ára gamal og fer fyrstu ferð til skips.
- Mamma vildi ikki, at eg skuldi fara. Hon hevði mist pápa sín og tveir brøður við Morning Star í 1941. Men tá ið mamma ikki vildi binda mær vøttir og annars gera mær sjóklæðini klár, setti eg meg sjálvur at binda. Tá hon sá, hvussu stórur hugurin var til sjógvin, gav hon eftir.
Sylvan fór til skips við Dragasundi fyrstu ferð sum 14 ára gamal á heysti í 1955. Teir fiskaðu sild til agns.
- Veturin 1955/ 1956 fór eg so kortini í læru hjá málaranum, Dánjali Petersen í Klaksvík. Eg lærdi í átta mánaðir, so gavst eg. Hugurin var slett ikki til hetta, og eg brúkti meginpartin av fríløtunum á bryggjuni, har teir enn egndu umborð á línubátunum. Eg var umborð hjá teimum, til teir loystu um kvøldarnar.
Í tíðarskeiðnum frá tí, hann fyrstu ferð fór til sjós í 1955 við Dragasundi og heilt fram til heystið í 1962, tá hann fór á skiparaskúla, var Sylvan við ymiskum skipum, eitt nú í Eysturgrønlandi við Havsbrún, eitt longri skifti við Fimm Systrum, við Jógvani S, og beint áðrenn hann fór upp á skúla, var hann eisini við Varðanum.
- Eg havi siglt alt mítt lív, og veit einki um tímalønir uppi á landi. Ongantíð havi eg angrað, at eg valdi sjógvin, og eg dugi ikki at ímynda mær eitt langt lív uppi á landi.
Tá Sylvan hevði fingið skiparaprógv í 1963, fór hann við Søkanum í Leirvík, sum var ein forlongdur 30-tonsari. Teir fóru fyrst á sild til út á heystið og síðan at rógva út við línu.
- Í apríl 1964 varð eg biðin at føra Byrgi, sum Dávavirkið átti. Báturin var um 60 tons. Vit vóru á sild sumrini 1964 og 1965 og róðu út við línu um veturin. Tá sildafiskiskapurin minkaði, fóru vit í staðin til Íslands við snellu sumrini 1966 og 1967.
Tann 1. november í 1967 keypti Sylvan fyrstu ferð skip. Tað var træskipið Dragasund, ein 80 tonsari – av sama slagi sum Pollur, Grunningur og aðrir. Teir róðu út undir Føroyum um veturin og vóru í Íslandi við snellu og seinni eisini við línu um summarið. Í 1970 byrjaðu teir at royna við svartkalvalínu á eysturlandinum.
Seinni keypti Sylvan eisini Dragasund II. Hetta var vaktarskipið Dagstjørnan, sum teir lótu umbyggja nakað. Tey fyrstu árini vóru teir á laksi við skipinum, sum aftur seinni bleiv umbygt til skittfiskatrolara.
- Vit høvdu verið eini 2-3 ár á laksi við gamla Dragasundi, tá eg keypti Dragasund II. Hetta var buldrasligt sjólív á hávetri. Tá trupulleikar stungu seg upp við laksinum, helt henda veiða uppat.
Í eini 10 ár hevði hann bæði Dragasund og Dragasund II.
- Eg hevði ongantíð verið við troli og fór tí ikki við Dragasundi II, tá hesin fór at trola eftir skittfiski. Tað var Jóhannes Lassen, sum tá førdi skipið.
Í eini tvey ár, meðan hann sjálvur var skipaeigari, førdi Sylvan Sundaenni úr Hvannasundi. Teir royndu við gørnum um várið og við línu um summarið og veturin.
Við upp í søguna um lívið hjá Sylvani, hoyrir eisini miseydnaða royndin við Juliusi á Bakka, sum hann læt byggja í Fraklandi í 1990 til tunfiskaveiði.
- Vit royndu í eini tvey ár. Hetta var í eini tíð, har tunfiskurin at kalla var burtur í Atlantshavinum. Hetta gekk slett ikki, og endin var, at miseydnaða royndin eisini dró hinar báðar bátarnar hjá mær við sær. Alt fór í vaskið.
Sylvan heldur, at tá tú fæst við vinnulív, antin tað er á sjógvi ella landi, eigur tú at gera tær greitt, at pengar og materiell virðir bara eru tað, tey eru. Hetta noyðist tú at síggja í eyguni, longu tá tú byrjar. Tú skalt ikki vera ov sárbarur.
- Vónbrotið kann gerast so stórt, at tú ikki yvirlivir kreppuna og kemur víðari í lívinum.
Eftir at Sylvan hevði mist síni skip, fór hann miðskeiðis í nítiárunum at sigla við Bliki og Lómi í nøkur ár. Seinni fór hann við norskum rækjubáti, og tað var júst hendan eina túrin fyri jól í 1999, at hann datt niður á eina jarnstúttu og breyt sær armin so illa, at hann ongantíð gerst fullførur aftur.
- Hóast eg ikki eri aktivur á sjónum í løtuni, og armurin ger, at møguleikarnir eru avmarkaðir, gangi eg ikki við tómum hondum. Eg havi hús at taka mær av, og eg eri á fótum hvønn morgun klokkan 06.
Konu sína, Onnu, sum er ættað úr Hósvík, fann Sylvan Jakobsen, meðan hann gekk á sjómansskúla.