Havið kókar í grind

Tað eru enn fáir bátar hjá grindini, sum hildin verður sunnan fyri Kirkjubønes.

Skopunarfjørður er fullur av grind, og í løtuni verður bíðað eftir, at tað skal fara at reka norður í Nólsoyarfirði, áðrenn lagt verður inn í fjørðinn við grindini.

Mett verður, at grindin er minst túsund hval, og tað er eingin møguleiki at halda til í Sandágerði. Ætlanin er tí at faa ein part riknan inn í Sandágerð.

Rákið er um at skifta, og gongur væl at reka, kann grindin verða í Sandágerði um hálvan til ein tíma.