Um jóltíðir vóru fundir, krøv vórðu sett fram, og politikkarar tosaðu og lovaðu.
Støðan var og er enn í dag óverdug.
Men nú hava landspolitikarar boðað frá sparingum á eldraøkinum.
Garanti: bíða í mesta lagi tveir mánaðir, (men hetta er ikki galdandi í Føroyum)
Í Danmark hevur man nakað, sum kallast »tveir mánaðar garanti«. Hendan trygd ber í sær, at øll eldri og gomul, sum gjøgnum eina visitatiónsnevnd (’upptøkunevnd’) metast at hava tørv á einum pleygu- ella røktarheims plássi, skulu hava eitt slíkt pláss innan tveir mánaðar. Hesin rættur er lógarfestur, og ikki ert eitt gummi-lyfti. Tíverri er hendan lóg ikki galdandi í Føroyum.
Við øðrum orðum, so er hesin garantiur ein rættur sum borgararnir hava – ikki ein óverdug olmussa, sum man skal liggja á knøunum og biðja um. Flestallar kommunur í Danmark uppfylla hetta krav. Tær kommunur, sum hava trupulleikar í løtuni, byggja, so hesi smærri problemini eru útruddaði um stutta tíð. Í Roskilde til dømis er í løtuni bert 1 fólk á bíðilista, sambært heimasíðuni hjá kommununi, og tað er einki problem. Tað klára teir áðrenn tveir mánaðir eru farnir.
Tað mangla 100 pláss í Havn
Men í Havn standa umleið 100 eldri við akuttum tørvi á bíðilista, sambært býráðsins egnu heimasíðu á netinum. Sært tú hetta í mun til tey plássini, sum kommunan hevur, so sæst at tað hevur verið politiskur ódugnaskapur uppií. Kommunan hevur 97 røktarpláss og haraftrat 16 sambýlispláss. Kommunan átti, við øðrum orðum, at havt dupult so nógv røktarpláss, sum hon hevur í dag. Teir hava umleið 100 pláss, men skuldu havt 200.
Í løtuni er tað so, at Landskassin skal gjalda fyri raksturin av røktarheimum. Tá nýtt skal byggjast letur Landið ein studning, sum hevur verið 500.000 pr. pláss (verður hækkað til 700.000). Men kommunan skal taka initiativið og sjálv betala restina, sum eftir somu heimasíðu er 700.000 (helst eitt nakað gamalt tal).
Havnin svav í tímanum
Hvussu ber tað so til, at Eysturoyggin og Norðstreym, til dømis, hava bygt, og klára tørvin. Tá Landið í árunum 2002-5 setti pengar av til endamálið, vóru hesar kommunur skjótar og søktu. Men Tórshavnar kommuna, við Jan Christiansen sum borgmeistara, gloymdi ella var ov sein at søkja um ta røttu upphæddina, sum kundi dekkað tørvin í Havn. Ein borgmeistari svav í tímanum.
Asocialur javnaðarformaður?
Meðan elendigheitin er stór og skjótt vaksandi, so kemur knappliga landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, formaður Javnaðarfloksins Jóannes Eidesgaard, og sigur at nú skulu sparingar finnast á eldraøkinum, (Portalurin 9.4.09) Ov fáir pengar koma inn í landskassan. Hall er á fíggjarlógini. Okkurt skal gerast. »Vit síggja, at útreiðslurnar til ymisk øki á almannaøkinum veksa nógv skjótari enn allir hinir postarnir…. útreiðslurnar til eldraøkið vaksa óvanliga skjótt.«
Men skera á eldraøkinum, sum heldur átti at verið útbygt til at dekka tann tørv, ið longu er á hesum forsømda øki? Er tað rætt? Ber tað til, at Javnaðarflokkurin leggur rygg til at avmontera vælferðarsamfelagið? Er ikki skomm skapt í tykkum?
Hvar er hjartað á Javnaðarflokkinum?
Í hesum sambandi noyðist eg at siga, at eg nokk aldri havi lisið nakra grein ella hoyrt nakra talu, har JE tosar um javnaðar- ella socialdemokratisk princippir. Hvar eru visiónirnar og leiðaraskapurin? Hann hevur hildið nationalistiskar flaggdagsrøður. Men nakrar stórar politiskar talur floksins vegna um socialistiskar ella socialdemokratiskar hugsjónir, havi eg enn ikki hoyrt. Er tað kanska tí, at hann skjýtur seg sjálvan í fótin politiskt nú, og hetta er jú ikki fyrsta ferðin?
Men Rósa Samuelsen úr Sambandsflokkinum er farin á somu gøtu. Hon kallar tað rationaliseringar. Hon sigur, (Portalurin 9.4.09) at tá allir kassar eru eftirhugdir »er ætlanin, at brúkarin skal hava eina betri tænastu enn í dag.« Sjálvandi skal driftin altíð kontrollerast, og er nakað, sum bara koyrir í tómgongd, so skal tað burtur. Eg fái meg illa at trúgva, at rationaliseringar ella sparingar kunnu geva betri tænastu, enn minni loysa øll tey óloystu problemini á eldraøkinum, har Føroyar - sum ikki einaferð - eru eftirbátur.
Modernað vælferðarsamfelag ella einki?
Sjálvandi kostar tað at hava eitt vælfungerandi modernað vælferðarsamfelag. Men eg ivist ikki í, at fólk flest gjarna vilja gjalda, um vissa er fyri at pengarnir vera brúktir við skili. Royndir úr Danmark vísa, at sjálvt um skattatrýstið er høgt, so betala fólk flest við gleði, tí afturfyri fæst eitt vælfungerandi samfelag, uttan gjógv millum ríkfólk og vanlig menniskju, har útbúgving, heilsuverk og alt tað sociala økið virkar. Ikki alt er í topp, men skandinaviska modellið er helst tað, sum fólk um allan heim oftast taka fram sum nakað fyrimyndarligt.
Mín hugsan er, at um føroyska samfelagið ikki er á nøkulunda sama støði sum Danmark og hini skandinavisku grannalondini, so minkar solidariteturin og samanhangskraftin. Og har kann ein hartpumpað, reaktioner nationalisma ikki avrika nakað. Hon hevur einki at seta í staðin.
Tann flokkur, sum formulerar eitt »tvey-mánaða-krav« á eldraøkinum ella okkurt, ið er líka gott, skal fáa mín fulla stuðul. Gerið tað til ein borgara-rætt, at tey sum hava tørvin, eisini í bræði fáa neyðugu røkt og hjálp. Støðan í dag er stutt sagt – óverdug.