Havnamaður týðandi lut í boring í summar

-Tað verður ein stór avbjóðing at skula bora gjøgnum 1000 metrar av basalti, men vit hava ment hesa tøknina seinastu trý árini, so eg havi álit á, at vit megna uppgávuna sigur Jákup Øregaard úr Havn, sum er settur leiðandi boriverkfrøðingur í sambandi við boringina í summar.

Brugdubrunnurin
Jan Müller
[email protected]

Tað verður havnamaðurin og verkfrøðingurin Jákup Øregaard, sum fær stóru og ábyrgdarfullu uppgávuna at vera leiðandi boriverkfrøðingur, tá borað verður á landgrunninum í summar. Jákup er útbúgving byggiverkfrøðingur í Danmark, men hevur eftir tað útbúgvið seg víðari innan oljuvinnuna. Eitt stutt skifti eftir útbúvingina var hann í Føroyum, fór síðani til Aberdeen at arbeiða hjá BP og higani til Noregs at arbeiða fyri Saga Petroleum, Hydro og til endans Statoil. Har hevur hann verið í tvey ár. Nú er hann so komin heim á klettarnar at vera við í tí sera stóru boriverkætlanini Brugduni.

Jákup byrjaði hjá Statoil í Føroyum í februar. Hann skal leggja til rættis tøkniliga partin í sambandi av boringini av Brugdubrunninum. Og tað er ikki bara sum at siga tað. Hetta verður higartil mest krevjandi og kostnaðarmikla boring á føroyskum øki. Jákup Øregaard fer at arbeiða undir Oddvar Bø, sum er leiðari fyri allari verktætlanini.

Hann er fegin um at hava fingið litið hesa stóru uppgávu upp í hendi og fer undir hana við opnum sinni. -Hetta er ein sera spennandi uppgáva, og tað er eisini eindømi fyri Statoil at skula bora gjøgnum so nógv basalt, so tað er avgjørt ein stór avbjóðing, bæði tøkniliga og uppá aðrar mátar. Vit eru spentir at koma í gongd og síggja, um vit megna tað. Jákup sigur, at tey hjá Statoil hava arbeitt við at bora gjøgnum basalt í eini 3 ár. Eitt rættiliga stórt arbeiði er gjørt fyri at kvalifisera henda partin, soleiðis at tað ber til at megna uppgávuna.

-So tit hava gjørt tykkara heimaarbeiði?

-Tað hava vit, men tað er sjálvandi ikki lætt at vita júst, hvussu fer at ganga, tá tú skal bora gjøgnum túsund metrar av basalti fleiri kilometrar niðri í jørðini. Men vit hava so gjørt heimaarbeiðið so gott sum til ber. Royndirnar aðrastaðni at bora gjøgnum basalt eru so mikið góðar, at vónirnar til at tað eisini skal ganga væl her eru stórar.

Statoil hevur so verið við til at víðari menna tøknina, sum skal til fyri at kunna gjøgnumføra hesa boringina gjøgnum tjúkt og hart basalt.

Jákup Øregaard fegnast eisini um, at Statoil leggur seg eftir at brúka føroyska arbeiðsmegi, tá farið verður undir uppgávur í føroyskum øki.