Havnar Bóltfelag hevur heimspremieru á Skarv

Fríggjakvøldið verður fyrsta fótbóltsuppgerðin úr Betri Deild at síggja á Skarv, føroyska spæli- og skeinkistaðnum í Keypmannahavn.

Havnar Bóltfelag eigur heimadystin í Gundadali, tá føroyameistararnir úr Klaksvík, KÍ, vitja høvðusstaðin. Dysturin millum HB og KÍ ferð óiva at hoyrast um alla Havnina og kann gerast ársins dystur í føroyskum liðfótbólti. KÍ er fimm stig frammanfyri HB og hava spælt ein dyst færri. HB eigur flest FM-heiti og bæði feløgini eru stovnað í 1904.

 

– Timingin er sera góð til hendan spennandi útsetta dystin bæði í Gundadali og á Skarv, tí flest hava frí í vikuskiftinum, fortelur promotarin á Skarv, sum hevur fingið stuðul úr Føroyum, m.a. fótbóltstroyggjur at pynta veggirnar á Skarv, fyribils úr HB, TB, ÍF og SÍ umframt landsliðstroyggjur bæði frá hondbólts- og fótbóltsliðunum. 

 

Seinastu vikurnar hevur Skarv á Pilestræde 43 gjørt nógv burturúr at vísa føroyskan fótbólt – fyrst evropeiska ævintýrið hjá KÍ og síðani landsliðið í EM-undankappingini.

 

Oddabrakið millum HB og KÍ úr Betri Deildini byrjar í kvøld kl. 19:00 danska tíð. HB hevur premieru á Skarv, og tað er 6. ferð fyri KÍ. Dyrnar lata upp kl. 18:00

##med2##

##med3##