Málið um havnarútbygging á Oyrareingjum hevur verið viðgjørt í fjølmiðlunum í seinastuni. Málið hevur stóran týdning fyri kommununa sum heild eins væl og vanliga borgaran, og helst eisini búskaparliga fyri alt landið. Býráðið hevur tí gjørt sítt til, at tað fær eina virðiliga viðgerð, tekniskt og politiskt.
Í sambandi við spurningin um útbyggingarmøguleikar hjá Tórshavnar Havn, hevur kommunan sett í verk kanningar, sum hava havt til endamáls at lýsa møguleikar, meta um tørv og at meta um ymiskar kostnaðir í hesum sambandi. Tórshavnar Havn hevur staðið fyri kanningunum og hava fólk hjá havnini, býráðnum og ráðgevarar verið við. Tann fyrsta frágreiðingin var liðug í mars 2003 og tann seinna í juni 2004. Høvuðsniðurstøðan var, at Oyrareingir helst er besta boð uppá eina framtíðar havn, og at tað ber til at byggja eina havn og eitt ídnaðarøki saman.
Á mynd 1 er víst, hvussu teknikarar meta at møgu-leikarnir eru at útbyggja havnina í Kollafirði. Hetta uppskotið varð eisini víst á kunningarfundinum í Kollafirði tann 14. mars 2005. Víst verður eisini á, at tað ber til at byggja ídnaðarøki inneftir kollfjarðardali og við tíðini at byggja havnarøki og ídnaðarøki saman.
Havnarnevndin hevur verið kunnað um úrslitini og niðurstøðurnar frá báðum frágreiðingunum. Eftir seinnu frágreiðingina og í sambandi við ein ítøkiligan tørv, hevur ein programmbólkur arbeitt við at fyrireika eitt ítøkiligt prosjekt, sum býráðið síðani hevur tikið støðu til sambært galdandi mannagongdum. Tann 14. mars 2005 var kunnandi fundur í Kollafirði, har hetta prosjektið varð lagt fram, eins og ein skitsa við einum uppskoti um møguleikar í framtíðini eisini varð víst.
Umsitingarliga er málið tvíbýtt. Annað málið snýr seg um at broyta byggisamtyktina, og hitt málið snýr seg um eitt ítøkiligt byggimál. Ein broyting í byggisamtyktini, har ídnaðarøkið inni á Oyrareingjum varð broytt frá at vera ídnaðarøki til at vera havnarøki, varð samtykt av býráðnum tann 21. apríl 2005 uttan atkvøðugreiðslu. Hetta málið skuldi eftir galdandi mannagongdum til hoyringar. Nakrir borgarar bóðu um alment innlit og fingu alt tað tilfar, sum biðið var um - uttan nakað kjak um, hvat borgarar hava formliga rætt til at fáa ella ikki. Átta borgarar sendu síðani eina kæru. Formliga hevði býráðið neyvan skyldu at viðgera hesa kæru, eftirsum hon ikki viðkom tí ítøkiliga málinum, men forarbeiðnum, sum teknikarar hava gjørt til tess at meta um møguleikar í framtíðini. Hóast hetta varð hendan kæran viðgjørd av býráðnum, og m.a. var ein eftirmeting av útbyggingarmøguleikunum úti á Sperm og Oyrareingjum gjørd. Niðurstøðan er í stuttum, at sjálvt um framtíðar býráð koma til eina aðra niðurstøðu enn teknikarar í dag eru komnir til, er tað tó ikki ráðiligt at byggja hesa fyrstu útbygging úti á Sperm, við atliti at bæði havnartekniskum og umhvørvisligum spurningum. Á býráðsfundi tann 6. oktober 2005 avgjørdi býráðið at halda fast við býráðssamtyktina tann 21. apríl 2005.
Hitt málið snýr seg um eitt ítøkiligt byggimál, har býráðið tann 21. apríl 2005 samtykti at gera havnarøki og byggja eina 150 m. langa bryggju.
Á mynd 2 sæst útbyggingin, sum er samtykt, og sum ætlanin er at fremja. Hetta var eisini lagt fram á kunningarfundi tann 14. mars 2005.
Um havnin í Kollafirði skal útbyggjast meira enn tað, sum víst er á hesi mynd, skulu nógvar avgerðir takast av nógvum fólkum, bæði í framtíðar býráðum, innan friðingarmyndugleikar, planleggingarmyndugleikar og umhvørvismyndugleikar. At borgarar í kommununi til eina og hvørja tíð skulu vera við í teim einstøku avgerðunum er ein sjálvfylgja. Tað er at ørkymla málið og ikki í samsvari við galdandi reglur, tá ið sagt verður, at friðingarmyndugleikar og aðrir myndugleikar ikki skulu viðgera framhaldandi útbyggingar, eins og tað er beinleiðis skeivt at býráðið hevur viðgjørt og tíansheldur tikið avgerð um nakra "heildarætlan".
At byggisamtyktin verður broytt, soleiðis at ídnaðarøkið verður broytt til havnarøki, gevur í sær sjálvum onga broyting í mun til umhvørvið, óljóð ella aðra ávirkan á borgarar, sum búgva har á leiðini.
Vinarliga
Heðin Mortensen
Borgarstjóri
Leivur HansenHavnarnevndar-
formaður
11. oktober 2005