Havnarborgarar vrakaðu randarhúsini

Fleiri, ið hava staðið á bíðilista til at fáa grundstykki í Havn, vrakaðu í gjár tilboðnum frá Tórshavnar Kommunu. Tey vildu ikki hava randarhús men grundstykki. Borgarstjórin lovar at finna eina loysn

- Eg havi nú fingið 18 mánaðar karantenu fyri at hava sagt nei til eitt grundstykki, eg ikki als havi fingið bjóðað.
Tað ljóðar løgið, men so greiður er ein ónøgdur havnarborgari, sum saman við fleiri øðrum takkaði nei, tá Tórshavnar Kommuna í gjár tillutaði randarhús bæði undir Kongavarða á Argjum og við endan av Karla Magnussarbreyt í Hoyvík. Tað gekk nevniliga ikki, sum kommunan hevði ætlað. Fleiri vrakaðu tilboðið, tí tey vildu hava grundstykki og ikki randarhús, og nú hava tey fingið 18 mánaðar karantenu á bíðilistanum hjá kommununi. Verður ikki tikið av næsta tilboði, endar navn teirra aftast í røðini.
- Eg kenni meg snýttan av kommununi. Eg hvørki vil ella kann binda meg til 2,5 milliónir krónur. Eg skrivaði meg upp fyri seks árum síðani fyri at fáa eitt grundstykki til eini sethús, eg sjálvur kundi vera við til at byggja, og ikki eina dýra pakkaloysn, sigur ónøgdi havnarborgarin, ið ynskir at vera dulnevndur.

Broytt reglugerð
Trupulleikin liggur í reglugerðini fyri umsókn um grundstykki hjá Tórshavnar Kommunu. Hon bleiv nevniliga broytt fyri einum ári síðani. Umsóknir um randarhús og grundstykki vórðu koyrd í sama bólk. Hetta inniber millum annað, at tey, ið upprunaliga skrivaðu seg upp til eitt grundstykki, hava fingið tillutað eini randarhús ístaðin.
Orsøkin til broytingina er, at mett hevur verið, at í báðum førum var talan um tillutan av jørð. Men grundstykki og randarhús eru hvør sítt. Tað halda í øllum førum fleiri av teimum, ið vrakaðu randarhúsini í gjár. Randarhús eru oftari ein dýrari loysn, tí talan er um ein heildarpakka í mun til eitt grundstykki, har eigarin sjálvur kann smíða húsini og spara pening. Men pakkaloysnin kann eisini vera ein trupulleiki. Eitt gott dømi í gjár var ein ónøgd mamma at fýra børnum. Hon hevði fingið tillutað eini randarhús við einans tveimum sovikømrum.

Borgarstjórin lovar broytingar
Borgarstjórin í Havn var til staðar á fundinum í gjár. Og hann skilir væl ónøgdina og ætlar nú at gera okkurt við málið.
- Tað er ikki ætlanin, at fólk skulu tvingast at taka av einum tilboði, sum tey ikki ynskja, sigur Heðin Mortensen, ið ætlar at broyta reglugerðina aftur til tað gamla.
Hann hevur seg eisini hava funnið ein loysn viðvíkjandi liðugt-gjørdu randarhúsunum, ið fólk ikki skoyta um. Borgarstjórin hevur nevniliga tosað við byggiharran, sum stendur fyri teimum umleið 40 randarhúsunum í Hoyvík, og sum skilst er einki í vegin fyri, at fólk sjálvi sleppa smíða húsini, um ynski er til tess. Hetta letur seg tó ikki gera við randarhúsunum undir Kongavarða á Argjum, tí har er talan um eina privata verkætlan.
Gongst, sum borgarstjórin ætlar, verður málið loyst áðrenn langt um leingi. Hann ivast nevniliga ikki í, at hann hevur meirilutan í Býráðnum aftan fyri seg, tí í seinasta enda snýr tað seg um at bøta um bráfeingis bústaðartørvin í høvuðsstaðnum, sum hann sjálvur tekur til.
Sostatt eru glottar fyri framman hjá teimum ónøgdu havnarborgarunum, ið søgdu nei í gjár. Ella kanska ikki.
- Hevði eg vitað, at eg sjálvur kundi smíða randarhúsini, so hevði eg kanska ikki sagt nei í gjár. Sostatt kann eg ikki annað enn vænta at fáa eitt nýtt tilboð í næstum, sigur tann dulnevndi havnarborgarin.