Tað skal koma borgarunum til góðar, at inntøkur og fólkatal, hækkar. Tað heldur meirilutin í Tórshavnar Býráð.
Nú fíggjarætlanin fyri næsta ár verður løgd fram, er ætlanin at lækka kommunuskattin.
Kommunuskatturin er 20,25 prosent í ár, men næsta ár lækkar hann niður í 19,75 prosent, sigur býráðið á síni heimasíðu. Barnafrádrátturin verður framvegis 8.000 kr. um árið.
Á fíggjarætlanini fyri 2016 eru inntøkurnar mettar at verða 836 milliónir krónur, sum er 26 milliónir meiri enn í ár. Vøksturin er sostatt 3,3 prosent.
Av hesum eru rakstrarútreiðslurnar mettar at verða 641 milliónir, afturímóti 625 milliónum í ár, ella 2,6 prosent lægri.
Tilsamans eru útreiðslurnar mettar at verða 673 milliónir næsta ár og tilsamans eru 339 milliónir settar av til íløgur.
Tað mesta skal brúkast til nýggja stórskúlan í Vesturbýnum, musikkskúla, Høllina á Hálsi, dagstovn í Kollafirði, miðbýarætlanina, og, ikki minst, til at byggja Tórshavnar havn út.