Sum so ofta í hondbóltsdystum gekk tað javnt á fyrstu minuttirnar, men bert fyrstu minuttirnar, tá kvinnuliðini hjá Stjørnuni og Kyndli spældu í KÍ-høllini í Klaksvík leygardagin. Stjørnan førdi einu løtuna 3-2, men fimm minuttir seinni var støðan 8-3 til Kyndil, og so var einki meir at gera hjá heimaliðnum.
Kyndil fór til hálvleiks við støðuni 16-10 og vann at enda 32-22.
Ann Hansen skeyt átta mál fyri Kyndil, og Lotte Sørensen gjørdi sjey. Hjá Stjørnuni fekk Joan M. Joensen seks mál.
Á Kambsdali var søgan nøkulunda tann sama, tó við tí muninum, at GÍ var trý mál framman fyri, áðrenn Neistin kom fyri seg og vendi 1-4 til 7-4. Støðan í hálvleikinum var 11-9 til Neistan.
Í seinna hálvleiki gjørdi heimaliðið ikki nógvar skreytir og fekk bert tvey mál. Besti málskjútti hjá Neistanum var Inga Danberg, sum gjørdi átta mál. Beinta Joensen gjørdi fýra mál fyri GÍ.
Bæði Neistin og Kyndil eru framvegis bert tvey stig aftan fyri StÍF.