Havnarmaður búsett seg á Skála fyri at spæla fótbólt

Havnarmaðurin Pætur Dam Jørgensen trívist væl á Skála, har ið hann nú fer at leika triðja á triðja árinum. Hann metir, at Skála kann vera við í kappingini, um teir sleppa undan alt ov nógvum skaðum

Havnarmaðurin Pætur Dam Jørgensen hevur seinastu tvey árini spælt við Skála. Fyrsta árið koyrdi hann ímillum Havn og Skála, men í fjør valdi hann at flyta til Skála.
- Eg trívist væl á Skála. Tað er gott huglag millum leikararnar, og eg finni væl útav tí saman við bygdarfólkinum og viðhaldsfólkinum, sigur Pætur.
Hann kennir seg heima á Skála, og sær onga orsøk til at skifta felag í nærmastu framtíð.
- Nú havi eg næstan spælt líka leingi á Skála, sum eg spældi á Argjum. Eg kenni meg væl her, og eg vil ikki skifta felag bara fyri at skifta, sigur Pætur, sum býr í einari íbúð á Skála saman við konuni.
Hann brúkar tó nógva tíð í Havn, har ið hann og konan hava familju og samkomu.
- Fótbólturin fer við mestsum allari tíðini, men eg royni at ganga á møti av og á í Immanuel, sigur Pætur.

Fer ikki at sakna Nenad
Skála hevur havt stóra útskifting í leikarahópinum í ár. Eisini venjaraparið er skift út. Maður kemur í mans stað, men nógv væntað, at tað verður torført at fáa haldgóðan leikara fyri Nenad Stankovic, sum júst er farin til NSÍ.
Hesum er Pætur tó ikki samdur í.
- Eg fari als ikki at sakna hann. Hann var góður, tá ið tað gekk væl, men hann fór beinan vegin niður við høvdinum, tá ið tað gekk ímóti. Ein slíkur spælari passar ikki inn á liðið hjá okkum. Tá haldi eg, at ein sum Levi Hansen er nógv betri at hava á miðvøllinum, sigur Pætur bersøgin.

Nýggju leikararnir góðir
Pætur heldur, at nýggju leikararnir eru góðir. Spurningurin er, um teir kunnu fylla holið eftir hinum leikarunum.
- Nýggi málverjin Predrag Markovic er tann besti, eg nakrantíð havi sæð. Hann er sera væl fyri, og hann er seriøsur. Hann er ein greiður styrkur, sigur Pætur.
Hinir nýggju leikararnir, Obi, Tony og Slavisa Kaplanovic skulu líka spælast inn á liðið.
- Tony fær eina torføra uppgávu við tað, at hann skal koma í staðið hjá Bjarna Jørgensen. Eg meti, at Bjarni og Jákup á Borg eru bestu høgra vongar í landinum. Tony hevur tó klárað seg væl, og hann skal nokk koma at klára seg enn betur, tá ið hann er ordiliga spældur inn á liðið. Slavisa er júst komin til landið, og hann hevur ikki fingið møguleikan at vísa nakað enn. Hann skal líka venja seg við veðrið og undirlagið.

Fara eftir Evropa
Pætur heldur, at Skála kann klára seg væl, um teir sleppa undan alt ov nógvum skaðum.
- Okkara mál er fyrst og fremst at klára okkum betri enn í fjør. Um vit sleppa undan skaðum, og teir nýggju leikararnir sláa til, kunnu vit fara at stríðast um heiðusmerkir. Tað er tó týdningarmikið, at ein leikari sum Pauli G. Hansen ikki fær nakran stóran skaða. Hann hevur ómetaligan stóran týdning fyri liðið. Bæði tí at hann er ein so góður leikari, men eisini tí at hann er liðskipari, og allir hava virðing fyri honum, sigur Pætur at enda.