Havnarmaður er nú í Hólmanum

EB/Streymur boðar í kvøld frá, at felagið hevur skrivað undir sáttmála við spælara, ið higartil hevur umboðað HB

Ferðslan hevur fyri tað mesta verið úr EB/Streymi og í onnur feløg.

Tí er tað hugaligt hjá EB/Streyma fjepparunum at frætta, at felagið í kvøld boðar frá, at ein havnarmaður, sum higartil hevur spælt við HB, nú fer at umboða EB/Streym.

Talan er um Hjalta Kárason Djurhuus, sum hevur skrivað undir sáttmála, ið bindur hann at EB/Streymi í 2020.

20 ára gamli Hjalti K. Djurhuus var í fjør tvær ferðir eykamaður á besta liðnum, uttan at hann varð skiftur inn. Sambært faroesoccer.com hevur hann tilsaman verið við í 15 dystum á besta HB liðnum. Hjalti K. Djurhuus er verjuspælari og hevur eisini spælt á verjukendum miðvallarplássi.

Jákup Martin Joensen var venjari hjá EB/Streymi í fjør, og Jákup Martin Joensen er eisini í ár venjari hjá EB/Streymi.