Havnarmenn hava konsert

Bólkurin Havnarmenn hevur leygarkvøldið konsert í Østrøm í Havn. Bólkurin hevur fingið tríggjar solistar afturat sær til tiltakið, og teir eru Anna Maria Olsen, Ronnie Nielsen og Dánjal Lindarstein. Tiltakið verður skipað sum eitt óformelt hugnakvøld, har bólkurin einsamallur og saman við solistunum fer at framføra fjølbroyttan tónleik - bæði egin løg og tøkuløg.

Havnarmenn og solistar
Østrøm í Havn
Leygarkvøldið 22/2 kl. 20.00