Samstundis hoyra vit í miðlunum, at nú fara fleiri fólk at flyta vestur í Vágar, tí tað fer at bera so væl til at búgva har vesturi og arbeiða í Havn.
Álvaratos! Sum er, verður triðingurin av øllum lønum, sum verða forvunnar í Havn, skattaður á bygd. Tórshavnar kommuna skal asfaltera vegirnar, so píkaskøddir bilar av bygd kunnu koma til Havnar hvønn einasta dag til arbeiðis. Tórshavnar kommuna skal gjalda fyri allar kommunalar tænastur, sum bygdarfólk brúka, tá tey eru í Havn, um tað so er til arbeiðis ella í almennum ørindum.
Tað er frítt at arbeiða, eiga ognir, ferðast og búgva allastaðni í landinum. Sjálvt um Eivin vil skatta okkum, so ætla vit ikki at seta bumm upp í Kollfjarðardali at krevja pengar frá teimum, sum hava ørindi í Havn.
Tá Eivin gevur havnarfólki ábyrgdina fyri húsaprísin á bygd er tað púra burturvíð. Ongin fer illa, um annar fer væl. Um vit ikki áttu rætt at byggja ella eiga hús á bygd, so vóru somikið færri vælhildin hús til á bygd. So einfalt er tað. Havnarfólk mugu keypa hús fyri hálva aðru millión. Men tey geva ikki bygdarfólki skylduna, tí bygdarfólk leggja arbeiði og hús undir seg í Havn.
Um Eivin vil gera eina nýggja skipan fyri kommunal tænastugjøld, so er tað ikki ómøguligt. Men, vit skulu øll vera í hesum landinum, og tað kemur tí ikki upp á tal at leggja nakran "havnarskatt" á fólk.