Havnin ella Tórshavnar kommuna

Heri Tróndheim
Argir

Nú stundar heilt væl til býráðsval. Flestu valevnini gera sítt til at siga okkum veljarum frá, hvat tey vilja arbeiða fyri, um tey verða vald. Og tað er púra í lagi.
Eg stúrsaði við nú eitt kvøldið, eg koyrdi aftan á einum bussi hjá bussleiðini. Eitt valevni hjá fólka-flokkinum var vakurt og væl avmyndað á bakrútin-um, og slagorðið fyri valið hjá flokkinum stóð prentað við týðiligum støvum: Tórshavn fyrst og fremst.
Eg má siga, at eg varð heilt undarliga við, at fólk, sum bjóða seg fram sum valevni, kunnu hava verið so tankaleys við orðingini. Vit tosa um Føroya størstu kommunu, og ikki er sjónarringurin víðari enn Havnin.
Okkum dámar væl Havn-ina, hon er okkara høvuðs-staður, ein hugnaligur býur, sum dregur at sær. Men til eitt býráðsval, har tólv bygdir ella øki eru við í somu kommunu, hevði eg væntað eitt lítið sindur av umtanka. Veljarar til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu eru fólk úr Nólsoy, av Argjum, av Hvítanesi, úr Hoyvík, úr Kollafirði, úr Kirkjubø, av Velbastað, úr Norðradali, úr Syðradali og úr Kaldbak, úr Koltri og úr Hesti. Og so brúka slagorðið "Tórshavn fyrst og fremst" Tit máttu hugsað, hvussu vánalig orðing hetta er og havt víðari sjónarring, enn hetta sigur. Meina tit við hesum, at vit hugsa um Havnina fyrst og fremst, og so koma hini plássini aftaná, um fíggjarligur møguleiki er?
Staðanøvnini ella bygdanøvnini hvørva ikki við eini kommunusamanlegging. Eg veit væl, at tit siga, tit eru býráðslimir fyri alla kommununa, og meina tað eisini. Men so kundu tit havt brúkt slagorðið "Tórshavnar kommuna fyrst og fremst." Hetta er ov vánaligt og ikki umhugsað. Tit særa ein ómetaliga stóran part av borgarunum í kommununi.
Sama er ofta við tíðinda-miðlunum. Tað tykist vera ótrúliga tungt at læra seg at siga og skriva Tórshavnar kommuna heldur enn Havnin. Barnaansingin í Havn, skúlarnir í Havn, eldrarøktin í Havn, har tað eigur at verða sagt og skrivað í Tórshavnar kommunu. Ein kommunusamanlegging merkir ikki annað, enn at vit hava lagt fyrisitingina av tveimum ella fleiri kommunum saman í eina fyrisiting. Bygdirnar og býirnir liggja framvegis í sama staði og bera síni nøvn. So góðu fólk, lærið tykkum hetta, og eg ynski eitt gott val fyri øll í Tórshavnar kommunu.