Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, váttar, at býráðið nú fer at seta upp ein spildurnýggjan skoytibana, møguliga í Vágsbotni. Nú fáa borgarar í Havnar kommunu og føroyingar sum heild møguleika at skoyta, uttan mun til veðrið. Kommunan hevur nevniliga bílagt ein 25 ferðir 30 metrar skoytibana.
Skoytibanin er bílagdur og verður uppsettur umleið hálvan januar.
Tað eru nógv ár síðani, at tað hevur verið møguligt at skoyta í Havn. Vit plagdu at gera tað á Hoyvíkstjørn, men tað kravdi sjálvandi liggjandi kulda, og tað var heldur ikki bara gamansleikur, tí trygdin var ikki altíð í hásæti. Við skoytubananum kunnu vit ekkaleys skoyta undir tryggum umstøðum, sigur Heðin Mortensen.
Borgarstjórin sigur, at ætlanin er at hava viðurskiftini kring bana góð við til dømis pylsivogni, og s´lustaði við heitum kakao og øðrum.
Og so er eisini ætlanin at møguleiki er fyri at leiga skoytur við banan, so at ongum nýtist at gera størri íløgur fyri ein túr á bananum, sigur Heðin Mortensen.
Víddin á bananum er smáar 800 metrar og hann kostar 800.000 krónur.
Tað stendur fast, at skoytibanin skal setast upp einastaðis í miðbýnum, og ein av nevndu møguleikunum er Vágsbotnur rundan um standmyndina av Nólsyar Páll.