Tað er nakað lort. Á heimasíðu sínari skrivar Tórshavnar Kommuna, at hon hevur gjørt eina skipan, har rottangar, reinsiverk og annað verða tømd einaferð um árið. Men kommunan megnar ikki at lyfta hesa uppgávuna við verandi støðu, og rottangatømingin verður als ikki røkt á nøktandi hátt.
Sum er nú, hevur Tórshavnar Kommuna bert ein bil til at tøma allar rottangarnar og øll reinsiverkini í kommununi.
Lyftið um at rottangar og reinsiverk verða tømd einaferð um árið verður als ikki hildið. Sum er nú er bert orka til at røkja bráðfeingistøming, har fólk ringja inn og boða frá at rottangin er yvirfyltur. Millum seks og sjey fólk ringja um dagin, og tískil er millum lítil og eingin tíð til yvirs at røkja rottangatømingina runt í kommununi.
Koma ikki uppundan
Teir, ið standa fyri rottangatømingini vátta, at tað í løtuni er vónleyst at røkja ta álagdu uppgávuna, og tað við einum bili ikki letur seg gera at tøma tangarnar oftari. Sum er nú kunnu ganga upp til fimm ár millum at rottangin verður tømdur, um ikki at tað typpist, og fólk verða noydd at boða frá hesum sum eitt bráðfeingismál.
Til tíðir hevur IRF hjálpt til við at tøma rottangar í Tórshavnar Kommunu, men tá stingur ein annar trupulleiki seg upp, nevnliga móttøkan í Húsahaga. Tá IRF hevur hjálpt til, megnar móttøkan ikki at taka alt rotið, og fyllist.
Tískil letur tað seg ikki gera at koma uppundan við rottangatømingini, og stundir eru bert til at røkja bráðfeingisuppgávur.
Tórshavnar Kommuna er vaksin sera skjótt seinnu árini. Umframt nógvu nýggju sethúsini og bygningarnar í Tórshavn, eru eisini Kollafjørður, Nólsoy, Velbastaður, Kirkjubø og Hestur komin afturat kommununi. Men kommunan tykist ikki at verða vaksin við uppgávuni, og fyri hvønn dag, sum líður gerst hetta ein alsamt størri trupulleiki.