Havnarmenn gjørdi sær dælt av tí heldur veiku manning, sum kollfirðingar høvdu í vikuskiftinum, og vunnu ein tryggan 4-0 sigur.
Á fyrsta borði vann Flóvin Tór Næs eitt áhugavert- og heldur vilt talv móti Hans Kristian Simonsen. Hans Kristian legði, sum vanligt, harðliga út, ofraði finni í miðspælinum, fekk opnað kongastøðuna hjá Flóvini, men bleiv eftir hetta sjálvur lumpaður á egnari málstriku. Talvið er við í blaðnum í dag.
Á øðrum borði vann Carl Eli N. Samuelsen móti Eyðálvur Johannesen. Talvið var annars javnt leingi, men Eyðálvur var tann mest ótolni, og tað gav úrslit, men ikki til hansara fyrimun. Eyðálvur legði kongin í 41. leiki.
Haldur Suni Johansen og Teitur Joensen leiktu á 3. borði eitt drúgt talv, sum leingi sá út til at enda javnt. Men Haldur Suni vilda meira og rutinan var helst einasti munurin, tí Haldur Suni býtti nærum alt fólkið av, og vann eitt javnt endatalv.
Á fjórða borði vann Herluf Hansen móti Árant Djurhuus, sum við sínum 1000 ratingstigum má vera tann lægst rataði telvarin nakrantíð í 1. deild. Men láa ratingin hjá Áranti sást ikki aftur í sjálvt talvinum, tí Herluf mátti stríðast kanska meir- og longri enn hann sjálvur væntaði, fyrr enn nøkur avgerð var í kikaranum.
Stórur munur var á liðunum tá ein hyggur eftir ratingtølunum, og miðalaldurin hjá liðnum úr Kollafirði, sum var uml. 15 ár, er tann lægsti nakar hevur sæð í 1. deild. Tað er sjálvandi gott at ungar kreftir fáa møguleikan í fremstu deild, men trupulleikin hjá kollfirðingum er, at teir, vegna manglandi áhuga, ikki kunna manna liðið øðrvísi og sterkari. Fyri bert 3 árum síðani høvdu teir heili 7 lið í liðkappingini og 2 útlendskir altjóða meistarar í felaginum., og í ár manna teir bert eina deild, og tað er spell.
Havnar Telvingarfelag liggur nú á odda við 10 stigum, meðan kollfirðingar liggja í tunga endanum við 1,5 stigum
Klaksvíkingar
halda kósina
Klaksvíkar Talvfelag letur ikki høvuðstaðarfelagið sleppa alt ov lætt, eftir at teir vunnu ein tryggan 3-1 sigur móti toftamonnum. Sigurin gevur 8 stig til klaksvíkingar og 4 stig til toftamenn.
Rani Nolsøe og Jens Chr. Hansen leiktu javnt á fyrsta borði. Talvið var av tí villa slagnum, har Rani fyrst í 35. leiki tryggjaði kongin við at leypa í borg. Rani tók eina finnu, men kendi seg noyddan at geva hana aftur, eftirsum Jens Christian fekk gott spæl fyri mistu finnuna. Rani fekk avviklað støðuna til javnleik.
Á øðrum borði vann Ólavur Simonsen í eyðkendum stíli móti Wenzel Højgaard. Ólavur rakti við eina meturlanga kombinatión, sum vann forserað. Tað sást eisini á klokkuni hjá Wenzeli, tí hann skuldi klára 20 leikir innan 20 sekund!
Tað er enn dugur í elsta telvaranum í Føroyum, Jústines Hansen úr Toftum. Hann telvaði javnt móti Tummas M. Anthoniussen á triðja borði. Jústines átti at vunnið, hevði finnu meir og stóð betri, men bjóðaði Tummasi javnt. Hesin segði ja takk.
Á fjórða borði vann Ingolf Gaard móti Øssur Hansen, eftir at hann hevði staðið betri alt talvið. Øssur kom eisini í tíðneyð.
Hvalvíkingar
nærkast toppinum
Eftir eina ringa byrjan hava hvalvíkingar nú otað seg upp á 3. pláss. Teir lótu bert hálvt stig liggja eftir í Sandavági, og tað fekk Torkil Nielsen móti Martin Brekká. Talvið hjá teimum vardi ikki longri enn 15. leikir. Torkil bjóðaði javnt.
Á øðrum borði vann Finnbjørn Zachariassen móti Bernhard Augustinussen. Bernhard kom annars betri frá byrjanini, men bleiv ótolin og ofraði mann, sum viðførdi at hann tapti.
Á triðja borði legði Gutti Petersen hart út, men yvirspældi sín støðu, og Gunnar Joensen vann lættliga.
Heri Christoffersen móti Bergur Magnussen á fjórða borði varð eitt drúgt talv. Bergur fekk spælt sær til eina frúgv, men mátti geva rók og bisp. Heri kundi í endatalvinum leikt ein sera sterkan riddaraleik, men tað gjørdi hann ikki og tapti í staðin.
Hvalvíkingar hava nú 6,5 stig meðan Sandavágsmenn mugu taka til takkar við einum 4. plássi og 6 stigum.
Sera javnt í 2. deild
Eftir at Vestmenningar vunnu 2,5-1,5 móti Havnini 3, og Havnin 2 vann tað sama móti Runavíkini, er ein klár mynd at síggja í toppinum; Vestmanna er eitt stig frammanfyri Havnina 2, og í millum hesu lið liggur Runavík. Í hinari hálvuni liggja Klaksvík 2 og Havnin 3, og aftast liggur Kollafjørður 2 við ongum stigi.
Ikki er tað merkiligt at kollfirðingar einki stig hava, teir hava nevnliga ikki møtt upp til tveir dystir, og tapt tann eina 4-0. Hesaferð møttu teir ikki til dystin móti klaksvíkingum.
Vestmenningar vunnu dystin móti Havnini 3, men uttan okkara einasta altjóða meistara, John Rødgaard. Í staðin sat føroyameistarin frá 1977, John Jacobsen, á fyrsta borði. Og hann sveik ikki.
Vert er at nevna at runavíkingar hava veruliga fingið vind í seglini, sjálvt um teir taptu hetta vikuskifti. Teir endurstovnaðu liðið í 1996, og nú eru teir eitt boð til fyrstu deild.
3. deild
Eftir at kollfirðingar hava tikið sítt lið úr 3. deild eru nú bert 6 lið í deildini.
Tað vórðu bert 2 dystir hetta vikuskifti: Klaksvík 3 vann 3,5-0,5 móti Róki úr Sundalagnum, og Havnin 4 vann 3-1 móti Vestmanna 2.
Havnin hevur vunnið 3. deild fleiri ferð á rað, og hetta árið liggja teir eisini væl fyri. Havnin er hálvt stig framanfyri Klaksvík. Gøtumenn eru heldur ikki langt aftanfyri, og teir mangla eisini ein dyst, so spenningur er eisini í 3. deild.
Unglingar
5 lið eru í unglingadeildini, Havnin og Klaksvík hava tvey lið, og kollfirðingar eitt.
Gott er at síggja at Klaksvík kann manna tvey lið, tað er prógv fyri at gott ungdómsarbeiði er í felaginum. Og tað er nevnliga Klaksvík 1, sum kappast við Havnina 1 um fremsta pláss. Í Løtuni liggur Havnin eitt stig frammanfyri.
Eisini í hesari deildini hava kollfirðingar trupulleikar at manna lið, og móti Havnini 1 møttu teir ikki.