Hetta eru høg mál at seta sær, men so høg mugu tey vera, skulu Føroyar fylgja við í heimsmeldrinum, tí kappingarneytarnir hjá okkara høvuðsstaði eru ikki bygdirnar, men londini kring okkum við dragandi vinnumøguleikum og tølandi stórbýarlívi.
Líkt er til, at nógvir føroyingar, sum eru farnir uttanlands at útbúgva seg, vilja koma heimaftur, men spurningurin hjá mongum er, um nóg mikið er at koma heimaftur til.
Trivnaður og vinnumøguleikar eru tvær síður av somu søk. Tí stovnaði kommunan sína egnu vinnumenningardeild, sum var ein týðandi viðspælari í Job Match-átakinum í Keypmannahavn herfyri í royndunum at fáa tey útbúnu fólkini heim aftur at verða við til at taka tøkini í framtíðini.
Heili 70 prosent av útisetunum í Danmark, sum hugsa um at koma heimaftur, vilja búseta seg í Tórshavnar Kommunu, men teir hava fleiri ivaspurningar. Er skúlin nóg góður, eru frítíðarmøguleikarnir nóg fjølbroyttir, eru nóg avbjóðandi starvsmøguleikar, og hvussu við bústaðarviðurskiftunum?
Millum fremstu krøv hjá bæði heimafólki og útisetum er, at vit hava ein góðan skúla. Hetta ásannaði býráðssamgongan og setti út í kortið at útvega nýggjar skúlar í Hoyvík og á Argjum. Hesir skúlar eru lagdir til rættis eftir mest framkomnu grundreglum, so teir kunnu lúka tey krøv, sum fólkaskúlalógin setir.
Hesar byggingar fara at gera sítt til, at børnini fáa bestu karmar um eina framkomna skúlagongd.
Tað hevur eisini týdning fyri fólk í dag at kunna luttaka í einum fjølbroyttum frítíðarlívi og at hava góðar møguleikar fyri kropsrøkt.
Vit hildu, at tann stóra fólkaítróttin, fimleikurin, átti at fáa betri umstøður. Serliga børnini íðka nógvan fimleik, men strævið hevur verið hjá nógvum at sleppa upp í part, tí hølir hava vantað.
Sáttmáli er gjørdur um at byggja tríggjar fimleikahallir í einum bygningi í Gundadali, tvær hallir til rytmiskan fimleik og ein til amboðsfimleik burturav. Vónin er, at hallirnar fara at fáa eins stóran týdning fyri trivnaðin í býnum og svimjihøllin.
Vit settu okkum eisini fyri at gera ítróttarvøll til frælsan ítrótt, sum hevur verið saknaður leingi. Nú er hann liðugur og liggur klárur at taka ímóti øllum, sum hava hug at ganga, renna ella iðka aðra frælsa ítrótt.
Her eru nakrar av fyritreytunum fyri einum dragandi býi fingnar til vega, men fleiri mugu til. Skula miðnám og lestur á universitetsstigi mennast í høvuðsstaðnum, er umráðandi, at Tórshavnar Kommuna spælir við, har hon kann.
Ein av uppgávunum er at strongja á landsins myndugleikar um loksins at koma við teimum lógum, sum skula regulera møguleikarnar hjá fólki at útvega sær bústaðir, so eisini lesandi, ungar familjur, einligir forsyrgjarar og onnur við serligum tørvi kunnu seta búgv undir yvirkomiligum korum – ikki púra strongd av tyngjandi rentum og avdráttum.