Havnin nærkast einari milliard

Havnarfólk skulu rinda tað sama í skatti næsta ár, sum tey gera í ár

Havnarfólk skulu rinda tað sama í skatti næsta ár, sum tey rinda í ár. Tað ætlar meirilutin í býráðnum, nú fígjarætlanin fyri næsta ár, er til viðgerar.

 

Kommunuskatturin í Havn er 19 prosent í ár, og barnafrádrátturin er 8000 krónur fyri barnið, og tað verður tað sama næsta ár.

 

– Men Havnin skal vera rúmlig og trygg staðfestir Annika Olsen, borgarstjóri, nú tey eru í ferð við at leggja fíggjarætlanina fyri næsta ár.

 

Næsta verða inntøkurnar hjá Tórshavnar Kommunu mettar at verða heilar 948 milliónir krónur, har tær eru mettar at verða 868 milliónir í ár. Talan er sostatt um ein vøkstur upp á 9,2 prosent.

 

Annars eru inntøkurnar av sjálvum kommunuskattinum mettar at verða 757 milliónir krónur næsta ár, og tað er ein hækking upp á 8,8 prosent samanborið við tað, sum er sett á fíggjarlógina fyri í ár. Partafelagsskatturin er mettur at verða 30 milliónir næsta ár, og restin eru so aðrar inntøkur, eitt nú gjald frá landinum fyri eldraøkið, og annað.

Rakstrarútreiðslurnar verða mettar at verða 729 milliónir næsta ár og tað eru 3,4 prosent meiri enn í ár.

 

Vøksturin verður serliga brúktur til umlætting til eldri, til integrasjón, til ferðavinnu, til ungdómshús á Argjum, til Westward Ho, til at umsita bygningarnar hjá kommununi, og til at at bøta um ljósviðurskiftini á Tórsbreyt.

 

Samstundis eru nýggjar hallir, og nýggjur vøllur, tikin í nýtslu, og tað økir eisini um raksturin. Næsta ár skulu útbyggingar gerast í Havn fyri 209 milliónir krónur, har helvtin fer til nýggja skúlan, sum verður bygdur á Fløtum og 44 milliónir skulu brúkast upp á nýggja musikkskúlan, sum skal byggjast. Restin verður brúkt upp á Tórshavnar havn, eldraøkið, ítrótt, og annað.