Havnin og vinnulívið

Jógvan Arge
varaborgarstjóri
_____

Tórshavnar kommuna tek­ur nú ítøkilig stig til at vera meira virkin í vinnu­lívsmálum.
Býráðssamgongan setti sær fyri, at kommunan skuldi verða virkin í arbeið­num at skapa karmar fyri nýggj­um virksemi og nýggj­um vinnum við tí endamáli at hava burðardygt og kapp­ing­arført vinnulív, sum mennir seg.
Býráðið hevur nú samtykt at seta ein vinnusamskipara at lýsa vinnulívið í kommununi og útgreina hvørji átøk, Tórs­havnar kommuna kann gera fyri at menna vinnuna í kommununi.
Uppgávan hjá vinnu­sam­skiparanum verður m.a.:
at orða eina vinnustrategi fyri Tórshavnar kommunu og orða virksemisætlanir, at korleggja vinnuna í Tórs­­havnar kommunu og meta um, hvørji átøk kommun­an kann gera til tess at menna vinnuna í kommun­uni sum heild, at út­greina, hvat Tórshavnar kom­muna kann gera fyri at menna ferðavinnuna í Suður­streymi at vera við til at lýsa og kunna um tær tænastur, sum Tórshavnar kommuna kann bjóða vinnuni og at ráðgeva vinnuna um, hvørjir møguleikar eru í Tórshavnar kommunu.
Setast skal persónur, sum dugir væl at samskifta bæði munn­liga og skrivliga, er fram­síggin og progressivur og skapar úrslit.
Lagt verður aftrat, at út­búgvingarstøðið er ikki av­gerandi, men telur við í heild­armyndini av tí persóni, ið verður settur.
Samtykt er at seta 500.000 krónur av til verkætlanina í 2006 og 2007.