Tey, sum koyra til arbeiðis í Havn í bili, skulu ikki longur sleppa at parkera í Skálatrøð, ella nakra aðrstaðni í miðbýnum.
Tað sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn.
Í fleiri ár hevur Tórshavnar Býráð roynt at fáa ræðið á parkeringini í kommununi.
Men borgarstjórin ásannar, at higartil hevur tað verið vónleyst at fáa løgting og landsstýri at gera tær neyðugu lógarbroytingarnar, sum krevjast, so at kommunan kann yvirtaka parkeringsviðurskiftini í kommununi.
Men hann sigur samstundis, at hetta er eitt mál, sum býráðið fer at raðfesta nú eftir summarfrítíðina.
Hetta er eitt mál, vit av álvara fara at taka upp hesa næstu tíðina, tí vit vilja hava viðurskiftini broytt, so at kommunan fær frælsi at skipa parkeringsviðurskiftini í býnum.
Í hesum sambandi verður eisini tosa um at seta gjaldsparkering um verk, so tey, sum parkera, rinda fyri tíðina, tey parkera.
Og stendur tað til borgarstjóran, skal alt sum eitir langtíðarparkering, burtur úr miðbýðnum.
- Skálatrøð, og onnur parkeringspláss í miðbýnum og niðri í Havnini annars, skulu ikki verða upptikin av bilum, sum standa har fyri dagin, ímeðan eigarin er til arbeiðis.
Heðin Mortensen sigur, at tey, sum brúka bil til arbeiðis, skulu tvørturímóti vísast til parkeringspláss í Gundadali og longur uppi í Havnini.
- Vit hava gott og ókeypis samband við býarbussum, so tað ber væl til at koyra við bussi úr Gundadali, ella longur uppi í Havnini, oman í býin - ella fólk nýta høvi til at fáa ein friskligan gongutúr um morgunin.
Heðin Mortensen sigur, at ístaðin skulu parkeringsplássini niðri í Havnini brúkast til tey, sum eru niðri í Havnini til handils, ella í øðrum, stytti ørindum.
Parkeringsplássini niðri í býnum skulu vera til tey, sum bara eru niðri í Havnini onkur ørindi, so her skal ikki vera loyvt at parkera longri enn einar tveir tímar, sigur borgarstjórin í Havn.
- Soleiðis kann trupulleikin við parkeringi Havnini loysast, samstundis sum meiri lív fæst í handilslívið av ymsum slagi í býnum, sigur borgarstjórin.
|