Í gjár var fernisering í Ribarhúsi við havrógvaranum og listamanninum, Livar Nysted úr Hvannasundi. Hann hevur latið nýggja framsýning upp.
Livar Nysted er kendur sum havrógvarin, ið hevur róð um fleiri høv. Hann hevur sett fleiri heimsmet og veruliga sett Føroyar á heimskortið í hesari knáu, knevilssettu ítróttargrein. Men Livar Nysted er ikki bara raskur rógvari – hann er eisini listamaður og ger nógv um seg á hesum økinum. Hansara málningar lýsa á mangan hátt ta gomlu tíðina í Føroyum og eru stak væl dámdir. Havið og tann føroyski báturin, er eitt afturvendandi myndaevni. Størsta partin av arbeiðslívinum, hevur Livar havt á sjónum, og tað sæst eisini aftur í hansara málningum.
Framsýningin í Ribarhúsi í Fuglafirði er opin til 1. januar 2019.