Havsbrún 441 milliónir í avlopi

Enn ein fyritøka hevur metavlop at vísa á. Havsbrún hevur eitt risa avlop fyri 2010 á heilar 441 milliónir krónur, har góðar 316 milliónir stava frá Bakkafrost. Tað er hugaligur lesnaður hjá eigarunum av Havsbrún. Roknskapurin fyri 2010 vísir eitt avlop á 441.087.000 krónur.

Ein stórur partur stavar ? eins og hjá eitt nú BankNordik ? frá Bakkafrost. Uppskriving av virðisbrøvum er upp á 316, 419 milliónir krónur, men eisini grundraksturin er munandi betri enn í 2009.

Grundraksturin vísir eitt avlop áðrenn skatt á smáar 140 milliónir krónur, móti góðum 50 milliónum krónum í 2009. Hetta stavar frá einari nógv øktari sølu saman við lutfalsliga minni framleiðslukostnað.

Eisini er posturin »Inntøkur frá atknýttum fyritøkum« munandi øktur. Hesar inntøkur vóru í 2009 3,9 milliónir krónur, meðan tað í 2010 var upp á heilar 60 milliónir.

Tað vísa tøl í roknskapinum, sum júst er almannakunngjørdur.