Havsbrún fær mest av svartkjafti

Men, grønlendska skipið, Polar Amaroq, hevur eisini verið við 2.400 tonsum av lodnu.

 

Hesa vikuna hava tvey skip landað svartkjaft til Havsbrún í Fuglafirði, og eitt skip hevur verið við lodnu.

 

Skipini, sum hava landað svartkjaft, eru Harald Johan við 1600 tonsum og Christian í Grótinum við 3.150 tonsum.

 

Grønlendska skipið, Polar Amaroq, hevur eisini verið við 2.400 tonsum av lodnu.

 

Í síðstu viku landaðu trý skip til Havsbrún í Fuglafirði, og tey vóru øll við svartkjafti.

 

Christian í Grótinum hevði 3.200 tons, Norðingur 1800, og Borgarin hevði 2400 tons.