Tann 1. desember er merkisdagur, tí jólamánaðurin byrjar, men fyri Arna Brattaberg, sum eigur Torgið í Vági, er hetta samstundis áminning um dagin, tá hann og konan Rakul sum rættiliga ung byrjaðu at handla.
Torgið er ein stórur og nútímans handil, men áðrenn nýggi, stóri handilsbygningurin varð bygdur, vóru umstøðurnar øðrvísi.
-Tað var í 2005. Rakul arbeiddi hjá Fríða Hauritz, bakara, sum átti handilin í Toftum í Vági, greiðir Arni Brattaberg frá.
Ætlanir vóru um at selja handilin, og tað endaði við, at Arni og Rakul, eitt par síðst í tjúgunum, keyptu handilin tann 1. desember í 2005.
-Undirtøkan var góð og framgongd var í, so hálvannað ár seinni hugsaði Arni um at royna okkurt nýtt, tí tørvur var á at betra umstøðurnar.
-So varð stykkið, har Torgið nú stendur, til sølu. Vit keyptu, uttan at hava nakra lidna ætlan, tí onkur onnur ætlan hevði nevniliga ligið á borðinum. Men tann 7/7-2007 varð partafelagið Torgið stovnað, sigur Arni Brattaberg, og skemtiliga leggur hann afturat, at hann hendan dagin hevði nógv at gera, tí hann rann ímillum eina familjusamkonu, brúdleyp og so tað at stovna partafelag.
-So var at fáa fígging. Eyðun, bróður, gjørdi tekningarnar. Tað lagaði seg, og vit bygdu í góðu tíðunum, men høvdu vit bíðað, so høvdu vit ikki fingið fígging, tí í 2008 var kreppan komin. Vit bygdu sostatt í góðu tíðunum, og Torgið lat upp, tá fíggjarkreppa var, sigur Arni Brattaberg.
Tá stóra handilsmiðstøðin Torgið lat upp í 2008, høvdu Arni og Rakul hugsað, at tey róku matvøruhandilin, og leigaðu út til onnur at taka sær av at selja klæðir , gávulutir og annað.
-Vit hugsaðu eittnú um handlar norðarfjørðs, ið kundu havt deild í Suðuroynni. Men áhugi var ikki fyri hesum, so vit byrjaðu sjálvi, og vitjaðu á messum fyri at finna røttu vørurnar. Rakul var tá í bankalæru, men segði seinni upp, og tók sær av hesum, tí vit fingu ikki vøkstur í hesa handilsgreinina, men nú gongur betri, og vit hava funnið røttu vørurnar at umboða, sigur Arni.
Og nógv er broytt, síðani unga parið byrjaði.
-Handilin í Toftum var 90 fermetrar og Torgið er 1200 fermetrar. Ein segði tá, at Torgið fór ongantíð at verða ov lítið, men nú er trongt til tíðir, sigur Arni Brattaberg.
-Hetta hava verið 10 tung ár, har arbeitt hevur verið 7 dagar um vikuna við eini 70 tíma arbeiðsviku. Men spennandi hevur tað verið og tað gongur væl, sigur Arni Brattaberg.
Vegamót
Av tí at Eg og Rakul hava somu áhgamál, hevur hetta gingið. Ofta er ein farin til hús við brævordnara undir arminum, fyri síðani at seta seg við pappírum á kvøldi. Men vit søgdu, tá vit keyptu handilin í Toftum, at vit góvu hesum ætlanum 10 ár. Og nú eru 10 ár farin, sigur Arni Brattaberg.
10 ára dagurin fer ikki framvið uttan nakað, og sjálvandi merkja fólk 10 ára dagin, og børnini fáa eisini sítt, tá Bubu kemur framvið seinnapartin tann 1. desember.
- Ein kann siga, at vit eru við eitt vegamót: skulu vit royna okkurt annað, og er nakar keypari? Og um vit skulu royna okkurt annað, so skal tað eisini verða, innan vit gerast ov gomul, sigur Arni Brattaberg, ið tó ikki selur uttan víðari, tí væl hevur gingist við virkseminum.