Havtaska og svartkalvi góðan prís

Trolbátar og garnaskip, sum selja havtasku opg svartkalva á uppboðssøluni hjá Fiskamarknaðinum, fingu góðan prís í dag. Hinvegin var prísurin á toski og hýsu lágur.

Í dag vóru umleið 15 tons av havtasku á uppboðssøluni, og meginparturin fór fyri 42,57 krónur fyrio kilo. Av svartkalva vóru eini sjey tons, og her fór tað mesta fyri 34,79 krónur.

Ein lítil helvt av teimum 100 tonsunum, sum uppboðssølan seldi í dag, var hýsa, harav meginparturin var frá línuskipum og útróðrarbátum. Hýsa II fór fyri 9,28 krónur í meðal og hýsa III fyri 7,73 krónur.

Av toski vóru góð 13 tons. Toskur III fekk meðalprísin 13,27 krónur og toskur IV 11,71 krónur.

Tey 98 tonsini, sum Fiskamarknaðurin seldi í dag, fóru fyri 1,6 millión krónur.