Havtaskan góðan prís

Tveir trolbátar, sum høvdu roynt á Skeiva Banka, fingu góðan prís fyri havtaskuna á uppboðssøluni hjá Fiskamarknaðinum í dag. Prísirnir á øðrum fiskasløgum vóru yvirhøvur lágir.

Teir báðir trolbátarnir høvdu umleið sjey tons av havtasku, og nógv tann størsti parturin fór fyri góðar 42,00 krónur fyri kilo.

17 tons vóru av toski og 15 av hýsu. Toskur II fór fyri 15,34 krónur, toskur III fyri 14,87 krónur, og meðalprísurin á toski IV var 12,76 krónur. Meðalprísurin á hýsu II var 12,05 krónur og á hýsu III 10,10 krónur.

Prísurin á kongafiski er fallin rættiliga nógv í seinastuni. Í dag vóru 12 tons á uppboðssøluni, og tað mesta fór fyri 7,80 krónur í meðal fyri kilo.

Tilsamans vóru 65 tons á uppboðssøluni í dag, og tey fóru fyri 915.000 krónur.