##med2##
HB-arnir vóru effektivari og tóku av møguleikunum, serliga í seinna hálvleiki meðan útiliðið, AB dugdi ikki at taka av sínum møguleikum, tá HB vann 5-0 í grannauppgerðini á ovara vølli í Gundadali. Úrslitið merkir, at nú er HB bert tvey stig aftanfyri oddaliðini, KÍ, NSÍ og Víking, og bert eitt stig aftanfyri B36. AB er framvegis aftast í Betrideildini við bert fýra stigum.
HB - AB 5-0 (1-0)
Ari Mohr Olsen 1-0 (6,)
Tróndur Jensen 2-0 (60.)
Dan í Soylu 3-0 (64.)
Pætur J. Petersen 4-0 (89.)
Ari Mohr Olsen 5-0 (92.)
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Sjúrður H. Hoydal segði frá teimum fimm málunum og dystarendanum. Nikolaj Eriksen var viðmerkjari til dystarfrásøgnina.
2) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við liðskiparan hjá AB, Sørin Nygaard Samuelsen, ið harmast, at AB ikki tók av sínum møguleikum og lat ov nógv mál inn, serliga harmar tað Sørin, at tað skrædnaði móti dystarenda. Teir í AB fara tí framvegis at stríðast fyri at yvirliva í Betrideildini.
3) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við innskifta Pætur J. Petersen, ið skoraði fjórða málið hjá HB. Pætur sigur flennandi, at nú fekk hann mótprógvað teimum, ið siga, at hann ikki dugir at stúta bóltin í málið. Pætur greiðir frá, at tað er hørð kapping um plássini í HB, men tað heldur hann er bara sunt og gott, og so er bara at stríðast møguleikanum.