Bartal Wardum, sum var í uppskotið til ársins unga spælara í 2017, hevur nú longt sáttmálan við HB. Keldur hjá In.fo vilja vera við, at hann hevði eisini tilboð úr KÍ.
U21 landsliðsmiðverjin hevur verið fastur maður á HB liðnum í ár. Hóast hann spældi sín fyrsta dyst á besta liðnum í 2013, so verður 2017 helst árið, har hann fekk sítt veruliga gjøgnumbrot.
20 ára gamli miðverjin spældi við í øllum 27 dystunum í landskappingini í ár. Bara Teitur M. Gestsson, málverjin, spældi fleiri minuttir. HB setti fríggjadagin Heimir Guðjónsson sum nýggjan venjara í felagnum.