HB atkvøddi ikki

Tá atkvøtt varð um nýggja lógarverkið hjá FSF, var eingin reyð nei-atkvøða havd á lofti.

Men við HB-borðið kom eingin atkvøða fram yvirhøvur. – Vit vóru av teirri fatan, at hetta gekk ov skjótt fyri seg. Sjálvandi er málið viðgjørt á formansfundi, og sum fundarstjórin segði, so kundu vit kanska havt gjøgnulisið tilsenda tilfarið. Sjálvur havi eg tó verið burtur í eitt ár, og tí var eg at kalla eitt sindur ørkymlaður, tí tað tóktist, sum var eingin viðgerð av reglunum yvirhøvur, sigur Birgir Enghamar, formaður í HB. Hann leggur tó dent á, at við at atkvøða blankt, markeraði HB tó ikki, at teir vóru ímóti lógarbroytingunum.