HB eftir Europa vegnum til Fuglafirðar

HB venjarin er væl nøgdur við hugburðin hjá liðnum, sum fyri viku síðani var í nýggjari arbeiðsútgávu

Hóast hetta kappingarárið er um at fara í søguna sum eitt av teimum soltnu hjá HB, so er møguleikin framvegis góður fyri at vinna pláss í europeisku kappingini næsta summar. Sannlíkindini fyri at vinna fjórða plássið øktust fyri viku síðani, tá ið HB vann á heimavølli ímóti AB samstundis, sum avbjóðarin í Klaksvík spældi 1-1 í Trongisvági.

 

Nú er HB á veg til Fuglafirðar, har uppgerðin í 2. umfari endaði 1-1. Tá ið ÍF vitjaði í Gundadali, kendu fuglfirðingar seg hava betri uppiborið enn 1-0 tap.

-Tað var ein góð kensla at vinna sannførandi ímóti AB. Spælararnir vístu góðan hugburð, og eg eri fegin um, at vit skoraðu trý mál, tí HB hevur ikki skorað so nógv mál í ár, sigur væl nøgdi Milan Cimburovic, sum fyri viku síðani fyri fyrstu ferð hevði ábyrgdina av HB liðnum:

-Vit hava møguleika at vinna pláss í Europa næsta summar. Um tað skal eydnast, so skulu vit vinna allar dystirnar. Eg hugsi ikki um onnur lið og als ikki um KÍ, sum vit ikki skulu hitta aftur í ár. Vit fokusera fult og heilt á uppgávuna í Fuglafirði seinnapartin, og vit hava gott mót, sigur Milan Cimburovic.

Pál Mohr Joensen og Arnbjørn Hansen eru so mikið illa skaddir, at teir ikki vera við aftur í ár. Tað er ivasamt, um Poul Ingason, sum ímóti AB skoraði fyri fyrstu ferð í ár, verður førur fyri at spæla í dag. Systkinabørnini Andrew av Fløtum og Rókur av Fløtum Jespersen eru tøkir aftur.

 

Fuglfirðingar vóru fyri viku síðani um reppið at fáa um endan í Gøtu. Teir minkaðu um munin til 2-1, og teir høvdu beinanvegin eftir steðgin møguleika at javna. Men so økti Víkingur um leiðsluna, og so endaði tað við 4-2 heimasigri.

-Vit høvdu ikki marginalirnar við okkum. Avrikið hesa ferð var betri, enn tað var tær fimm ferðirnar frammanundan. Vit vóna, at talan eisini í dag verður um framgongd ímóti HB, sum vit hava spælt tveir tættar dystir ímóti í ár, sigur ÍF veteranurin Bartal Eliasen.

Tað er ivasamt, um Jan Ó. Ellingsgaard verður førur fyri at spæla ídag.