Fótbóltur
Tað eydnaðist ikki KÍ at arga HB á sama hátt, sum klaksvíkingarnir annars hava gjørt tað við Skála og B36 seinasta mánaðin ella so.
Klaksvíkingarnir royndu ananrs til tað allar seinasta, og til tíðir kókaði blóðið hjá báðum pørtum yvir. Men tá alt kom til alt, so hevði HB tikið væntaða favoritt-sigurin, soleiðis at teir fram til tað seinasta eru partur av FM-stríðnum. Eitt stríð, sum teir nú kunnu avgera sjálvir, um teir vinna seinasta dystin á árinum.
Vakurt mál punkteraði dystin
Fyrstu longu løtuna var annars ikki so nógv, sum bendi á, at HB skuldi fáa teir heilt stóru trupulleikarnar á degnum. KÍ byrjaði varisliga á sama hátt, sum teir gjørdu tað móti B36, men tað gekk tó ikki long tíð, áðrenn hol kom á ballónina.
Høgni Madsen klossaði við bóltinum á miðvøllinum, og so gekk tað skjótt fyri seg. Rasmus Nolsøe sendi bóltin inn um tunnu KÍ-verjuna, og hóast gestirnir vildu vera við, at talan var um rangstøðu, so var Uni Arge ísakaldur.
Hetta gav bara HB enn betri fortreytir at spæla, og eina løtu spruttaðu teir nakað. Kanska ikki soleiðis, at talan var um reinan sjampanjufótbólt, men tá teir høvdu møguleika, so gekk tað aloftast skjótt fyri seg. Og einar tvær ferðir dansaði bólturin inni móti málstrikuni, uttan at hetta tó kastaði nakað av sær.
Tað gjørt tað tó á hálva tímanum. KÍ var annars spakuliga um at koma fyri seg, og einar tvær ferðir høvdu teir eisini skapt vandastøður, tá teir við longum sendingum eftir kantinum spældu HB-verjuna tunna. Men hetta varð alt gjørt at kalla fyri ongum.
Jákup á Borg fekk eina langa sending úr vinstra verjuborðið. Sera hegnisliga stýrdi hann bóltinum inn um Eyðun Klakstein í temjingini, áðrenn hann av brotsteigarmarkinum meddaði til móti nærmasta stólpa. Eitt sera vakurt mál, sum á sín hátt eisini undirstrikaði styrkina, sum HB-liðið hevur havt í ár. Tí hóast tað kanska ikki altíð hevur verið so elegant, so hava teir í avgerandi løtunum havt avgerandi spælararnar sum hava skotið avgerandi málini.
Málið setti ferð á
Tað tóktist leingi, sum hevði seinna HB-málið fullkomuliga punkterað dystin. Klaksvíkingarnir tóktust ikki veruliga trúgva upp á møguleikan at koma aftur í dystin. Og í sínum lag kundu vertirnir taka tað hampuliga róligt. Ikki minst eftir ein fyrra hálvleik, sum til tíðir varð merktur av ljótum spæli, sum dómarin tíverri ikki megnaði at steðga.
Tað líktist eini friðarligari avspáking, men brádliga kom av álvara lív í aftur dystin. KÍ hevði álop í høgru síðu, og tá bólturin varð sendir innfyri, megnaði Bárður Johannesen ikki at halda bóltinum, tá Ovi Nysted leyp í krovið á málverjanum. Heimamenninir vildu hava fríspark, men floytan tagdi, og so kundi Símun Joensen senda returin í netið.
HB'arnir vóru í øðini, og millum annað fekk Bárður sjálvur eitt gult kort, tá hann mótmælti málinum, men hetta stóð kortini við. Og so fingu klaksvíkingarnir av álvara eina vón um, at hetta skuldi bera til. Serstakliga royndu teir við longum bóltum at seta HB-verjuna undir trýst. Rættiligir møguleikar spurdust tó ikki burturúr, men oftani gjørdist talan um innlegg í brotsteigin, soleiðis at spentar støður stóðust av. Og eisini úti á vøllinum gjørdist talan meira enn ta einu ferðina um somikið spentar støður, dómarin ikki heilt megnaði at stýra spælinum.
Heilt galið gjørdist tað móti endanum. Í frustratión um, at dómarin ikki vildi geva KÍ brotsspark, fóru fleiri klaksvíkingar yvir móti svarta manninum, sum at enda eisini gav reytt kort til Ova Nysted fyri áhaldandi mótmæli hansara.
Eiga enn avgerðina
HB-spælararnir vóru sum so heldur ikki heilt nøgdir, men úrslitið var júst tað, sum teir vildu hava. Enn er liðið partur av FM-stríðnum, og enn kunnu teir avgera hetta sjálvir.
Og tað fingu teir eisini at kenna frá áskoðarunum. Við fagnarrópum markeraðu hesir, at enn eru meistararnir ikki lidnir. Fram til seinasta bóltin ætla teir sær aftur í ár at teljast millum teirra, sum stríðast um gullið, og so er einasti spurningurin, hvørt tað eisini skal eydnast at fáa fjórða av slagnum til høldar. Hóast tað kanska ikki altíð hevur sæð eins vakurt út, so hava teir røkt skylduna higartil. Nú ræður bert um at gera arbeiðið liðugt.