HB er favorittur til at vinna alt

Tað sigur Jákup á Borg, sum tó ikki ræðist uppgávuna, tí B36 hevur havt takið á HB í innanhýsis grannauppgerðunum

Stóri dysturin í fyrsta umfari í steypakappingini er grannauppgerðin millum HB og B36. Jákup á Borg er ikki nøgdur við avrikini í steypakappingini seinastu árini, men er við gott mót, hóast mótstøðan er møtumikil.

 

- At byrja við hugsaði eg, at vit kundu havt fingið eitt lættari lutakast, men tá eg nú havi hugsað um tað, so skalt tú vinna á øllum fyri at koma í finaluna. So tað er fínasta slag at møta HB beinanvegin, sigur Jákup á Borg, sum ikki er í iva um hvør er favorittur.

 

- HB er favorittur at vinna alt í ár, men eg havi verið í fótbóltsheiminum í skjótt nógv ár, og veit at nøvn og styrki á papírinum ikki telur nógv í eini grannauppgerð, sigur Jákup á Borg og vísur á, at B36 hevur staðið seg væl í grannauppgerðunum seinnu árini.

 

- Tað er tann við størsta hjartanum, sum vinnur. Vit ræðast ikki uppgávuna, men gleða okkum, sigur royndi 9’ arin, sum í ár eisini er hjálparvenjari.

 

Jákup á Borg er ikki nøgdur við avrikini hjá B36 í steypakappingini seinnu árini, og leingist at sleppa at spæla í eini steypafinalu.

 

Les eisini: Lutakastið

 

- Seinastu trý árini hava vit ikki verið nógv góðir í steypakappingini. Tað er eftir hondini nøkur ár síðani eg havi verið í eini finalu, so tað kundi eg gott hugsað mær í ár, sigur Jákup á Borg.

 

Les eisini: Símun Samuelsen - Fínasta slag

 

Seinast Jákup vann steypakappingina var við júst HB í 2004.