HB fór við bóltunum fyri besta undirhald

Eftir hvønn dyst í Formuladeildini letur Sosialurin upp til 6 bóltar fyri spæl og undirhaldsvirðið.

 

Kappingarárið 2008 endaði við, at HB vann hesa kappingina í hørðum dysti við EB/Streym.

 

HB fekk handa heiðursløn fyri avrikið, og harafturat fær spælararnir á einum av yngru liðunum hjá HB ein bólt í part.