HB framvegis fult stigatal

Fótbóltur 1. deild kvinnur: HB vann aftur, Skála tapti aftur stórt, og á Toftum vann B36. LÍF kláraði ikki at halda tveymálsleiðslu á Eiði

Eftir trý umfør í 1. deild hjá kvinnum hevur HB framvegis fult stigatal, og er nú einsamalt á odda í deildini.

LÍF kláraði ikki at halda tveymálsleiðslu, tær fingu á Eiði, og EB fekk ein eitt sindur óvænaðan javnleik móti LÍF, sum byrjaði væl í ár, men sum ikki hevur klárað at vunnið tveir dystir á rað nú

Á Toftum var uppgerð millum árstalsfeløgini B36 og B68, og har vann føroyameistarin á uppflytaranum, og Skála fekk enn ein frammaná, tá tær taptu 5-1 fyri KÍ á heimavølli.

Hóast HB spældi stóran part av seinna hálvleiki við 10 spælarum, eftir at Eyðvør úr Dímun var útvíst eftir tvey gul kort, kláraði oddaliðið at økja um leiðsluna í dystinum móti Sumba, og vann at enda 3-0.

Birita Ellefsen legði HB á odda, og Eyðvør úr Dímun skoraði eisini áðrenn hon fekk ostaskorpuna frá dómaranum tíðliga í seinna hálvleiki.

Mesta spælið gekk fyri seg á Sumba-hálvuni, og sjálvt tá HB-kvinnurnar vóru 10 móti 11 høvdu tær fult tamarhald á dystinum. Innskiftna Vivian Thorleifsson staðfesti sigurin við einsamalla málinum í seinna hálvleiki.

Í næsta umfarið hevur HB truplan útidyst móti EB á Eiði, og tann dystin má oddaliðið spæla uttan Eyðvør úr Dímun, sum er leikbannað.


Skála verður ikki

við í oddinum

Á Toftum spældu B36 og B68, og her vóru gestirnir við yvirlutan. Fyrra umfar kom bert eitt mál, og tað fekk B36. Anja Weihe var málskjútti. B68 var væl við í dystinum, men eins og í øllum hinum dystunum higartil, kláraðu tær ikki rættiliga at halda tætt og sjálvar gera mál.

Í seinna hálvleiki skoraði álopsspælarin Rakul N. Joensen tvær ferðir fyri B36, og tá var eingin ivi um úrslitið. B68 manglar framvegis at vinna ein dyst, men tað ganga nevyan nógvir dystir áðrenn tað hendir.

Á Skála er støðan hjá kvinnuliðnum í fótbólti langt frá líka góð, sum hon var í fjør, og dysturin um vikuskiftið gjørdist enn ein staðfesting av, at Skála verður ikki við í oddinum í kvinnudeildini í ár.

Skála hevði vitjan av KÍ, og har var eingin sumhelst ivi um úrslitið. KÍ stóð fyri tí allarmesta og skoraði eisini fimm ferðir. Málini kundu saktans verið fleiri, tí møguleikarnir vóru til tað.

Rannvá Andreasen skoraði tríggjar ferðir, meðan Malena Josephsen og innskifta Mariann Joensen skoraðu hvør sítt mál. Móti endanum av dystinum gjørdi Elin Jacobsen troystarmál fyri Skála.


LÍF kláraði ikki at halda

Mest óvæntaða úrslitið hetta umfarið var á Eiði, har EB gjørdi ein veruligan vørr, eftir at tað leingi sá út til, at tær skuldu fara at tapa dystin.

Margretha Heinesen legði LÍF fram um í fyrra hálvleiki, og eftir steðgin økti Beinta Joensen um leiðsluna hjá LÍF. Dysturin tóktist vera avgjørdur, men Eiðiskvinnur vildu tað øðrvísi.

Fyrst minkaði Lydia Vesturtún og síðani javnaði Maria Niclasen.

Javnleikurin førdi við sær, at LÍF misti eitt fet í oddinum, og hetta var aðru ferð á rað at lorvíkskvinnur ikki megnaðu at vinna. Tær eru tó framvegis á 2. pláss í kappingini, og bert tvey stig eru upp til HB.

Næstu ferð skal LÍF spæla móti KÍ á heimavølli, og tað verður ein endurtøka av hálvfinaluni í steypakappingini, sum KÍ vann fyri viku síðani.

Oddaliðið HB skal til Eiðis at spæla móti EB, og B36 hevur sunnudagin heimadyst móti Skála. Seinasti dystruin verður spældur í Sumba, har B68 hesaferð skal vitja.